Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur  |  19.08.2025 - 08:05 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Tjóðveldi hevur sum flokkur ilt í samleikanum. Undantikið sjálvt fullveldisstríðið, hevur hesin flokkur meiningar í allar ættir. Eitt aktuelt dømi er russlandspolitikkurin, har flokkurin er tvíbýttur. 

 

Í vikuni skrivað Sigrid J. Dalsgaard, forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelagi og limur í aðalstjórn floksins, lesarabræv, har hon segði, at “Um vit velja at enda eitt samstarv ella um vit velja at gera fleiri revsitiltøk, skal tað vera tí at vit meta, at tað er rætt fyri okkara tjóð.” Hon raðfestir føroyskt sjálvsøkni fram um samhuga við Ukraina. Hon óttast at vit meiri enn at revsa russar revsa okkum sjálvi við at liva upp til høgu idealini hjá “moralsku reiðmonnunum”, ið tala til ringu samvitskuna hjá føroyingum. 


Sigrid staðfestir víðari, at um vit kuta sambandið við Russland, er ikki víst at vit fáa nakran annan ágóða afturfyri: “So kaldur og kyniskur sum handils- og uttanríkispolitikkur er, so skulu vit ikki halda, at grannar okkara taka um endan og kompensera fyri missin. Tað er nú ikki so drúgv tíð gingin síðan ES (við Danmark) setti revsitiltøk ímóti Føroyum.” Hetta er í sjálvum sær eitt áhugavert og relevant sjónarmið.


Hon nevnir tó ikki “moralsku reiðmenninir” við navni, men óivað eru hennara floksfelagar í Suðurstreymoy millum hesar. Fleiri av havnarkonunum hava dúgliga brúkt Ukraina-kríggið til egna profilering. Fyrraárið vitjaði Bjørt Samuelsen Volodymyr Zelensky, og Liljan Weihe hevur nýliga verið í DR og sagt sína meining um, at “sjálvandi eiga vit at hava somu støðu, sum okkara sameindu og samsintu!” Í summar slapp nývalda forkvinnan, Sirið Stenberg eisini í audiens hjá Zelensky. Hon er væl at merkja ikki havnarkona, men er nú lyft upp í fílabeinstornið hjá flokkinum, har politisk korrektheit er í hásæti.


Sigrid J. Dalsgaard livir sjálvandi í einum heilt øðrum veruleika, í sonevndu “framleiðsluføroyum”, har Tórbjørn Jacobsen er sjefideologur. Tjóðveldi hevur seinastu árini klárað seg sera illa í Eysturoynni, men tey royna at profilera flokkin við tveimum landsstýrismonnum úr norðurøkinum. Illar tungur vilja enntá vera við, at Eirikur í Jákupsstovu varð fluttur í landsstýrið júst vegna sínar ókorrektu meiningar um russlandssamstarvið. 


Sigrid vil sjálvandi helst ikki leypa beinleiðis á sínar floksfelagar, men leggur í staðin eftir fólkatingsumboðunum og dønum, ið kritisera føroyingar. “Eg vil sera fegin frábiðja mær lyftan peikifingur um moral frá okkara umboðum í Danmark ella frá dønum yvirhøvur.” Hetta er eitt vanligt niðurlag hjá tjóðveldisfólkum at geva danum skyldina, eisini tá skyldin í høvuðsheitum liggur í Føroyum. 


Men hon blandar perur og bananir saman. Hon samanber tað, at vit loyva svartlistaðum skipum inn um okkara fiskimark við at russisk skip sigla beint undir Oyrasundsbrúnni. Men hon sigur einki um, at  fregnartænasturnar í ES, Noregi og Bretlandi hava russisk skip mistonkt fyri at fremja fíggindaliga sinnað virksemi. Hon sigur heldur einki um, at Oyrasund er altjóða siglingarleið; eitt sund, sum bindur saman tvey stór hav og sostatt er opið fyri altjóða skipaferðslu, eisini russiskum skipum. Eitt annað slíkt dømi er Bosporus-sundið. 


Men Sigrid brúkar danir og fólkatingslimir úr øðrum flokkum til óbeinleiðis at kritisera “moralsku reiðkvinnurnar” í sínum egna flokki. Hon roynir at flyta fokus frá samleikakreppuni hjá Tjóðveldi, samstundis sum hon roynir at ávirka parnassið í sínum egna flokki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús á Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi