Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu nógv brotsverk skulu vit góðtaka, áðrenn vit handla?

SKRIVAÐ: Hergeir Staksberg  |  14.08.2025 - 12:00 Lesarabrøv Politikkur

Vit hava skyldu at verja okkara børn, okkara borgarar og okkara frið. Spurningurin er: Skulu vit handla nú, ella bíða til trupulleikin er vorðin ov stórur at loysa?

 

Bara seinastu vikuna hava vit tvey dømi, sum eiga at fáa nógvar reyðar lampur at blinka:

·       Ein útlendingur, sum hevur framt fleiri lógarbrot, endaði í rættinum fyri at blíva útvístur.

·       Í dag er tað ein annar útlendingur, sum hevði framt grovan harðskap, sum rýmdi úr Føroyum.

Hetta er ikki tilvild. Vit hoyra alt oftari um útlendingar, sum fremja kriminalitet í Føroyum. Summir hava enntá verið útvístir úr landinum fyr, venda aftur, og bróta lógina aftur.

Hetta má steðgast. Og tað kann steðgast, um vit tora at seta greiðar reglur.

Vit mugu krevja, at øll, sum koma til Føroya at arbeiða ella seta búgv, vísa eina reina revsiváttan frá heimalandinum. Tað er longu vanligt í nógvum londum, og tað er eitt einfalt fyribyrgjandi stig. Tað snýr seg ikki um at døma alla arbeiðsmegi uttanífrá – men um at verja okkum móti teimum fáu kriminellu, sum hava skaðiliga ávirkan á føroyingar.

Vit føroyingar hava altíð verið eitt opið og hjálpsamt fólk. Men opnar dyr merkja ikki, at vit skulu loyva øllum á gátt, uttan at vita hvør viðkomandi er. Tað er ikki diskriminatión – tað er sunn fornuft.

Vit eiga at krevja:

·       Reina, váttaða revsiváttan frá øllum, sum søkja arbeiðsloyvi ella uppihald.

·       Eftirlit við teimum, sum fyrr hava verið útvíst – so tey ikki bara koma aftur at bróta lógina.

·       At lógirnar galda eins fyri øll – uttan undantøk.

Vit hava skyldu at verja okkara børn, okkara borgarar og okkara frið. Spurningurin er: Skulu vit handla nú, ella bíða til trupulleikin er vorðin ov stórur at loysa?

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús á Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi