Árni var skarpari enn hinir
Tað var einvegis ferðsla við Djúpumýrar, men hjá teimum flestu bar ikki til at fáa bóltin í málið.
Undantakið var Árni Frederiksberg, sum skoraði trý mál uppá tríggjar málmøguleikar og sostatt er hann klárur til altjóða dystirnar, har KÍ mest sannlíkt ikki fer at skapa so nógvar málmøguleikar sum hendan dystin. Hjá hinum luktaði tað brent burtursæð frá, tá verjukendi miðvallarleikarin Jákup B. Andreasen skoraði uppá sín málmøguleika, ið ikki taldist millum teir stóru í dystunum. 4-0 til KÍ gjørdist úrslitið.
Tá KÍ er so nógv betri enn eitt mótstøðulið sum hesaferð, har FC Suðuroy fyri tveimum árum síðani spældi í 2.deild, so er kanska torført at seta størri krøv enn at vinna 4-0. Men vit sóu ikki nakað flótandi KÍ-álopsspæl og nógvir KÍ-leikarar kunnu spæla nógv betri enn hetta. Nú nærkast altjóða dystirnir av álvara, og tí hevði KÍ helst havt eitt ynski um at gagnnýtt málmøguleikarnar betri, tí í altjóða dystum er ofta neyðugt at verða skarpur, tí ein fær ikki so nógvar málmøguleikar. Verjuspælið hjá KÍ skal meir standa sína roynd í Sarpugerði hóskvøldið, har KÍ hevur ein – á pappírinum - av torførastu dystunum, ið eru eftir í kappingini. Einki leikbann og eingin skaði og ein tryggan 4-0 sigur kann KÍ taka frá hesum dystinum, men vit sóu ikki KÍ toppað, sum ætlanin er at gera í juli.