Lýsing
Lýsing
Lýsing

Systrarnar á Lakjuni sameinast á Summarfestivalinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2025 - 10:30 Mentan Tíðindi

Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava konsert á Summar Festivalinum í august. 

 

 

Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava allar roynt seg við tónleiki – bæði á útgávum og á palli – og nú sameinast systrarnar til framførslu á Summar Festivalinum.

Victoriu kenna mong frá útgávuni av sanginum "Mary Did You Know", sum kom í 2017. Paula gav í fjør út sangin "Noel", og hon var eisini ein av sangarunum á kenda sanginum "Tað kundi verið eg". Evy hevur spælt klaver á útgivnum sangum og til framførslur hjá systrunum.

Saman við bólki fara tær dugnaligu systrarnar at hava konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Tær fara at spæla eitt úrval av føroyskum og útlendskum sangum.

Atgongumerki til Summar Festivalin 2025 kunnu keypast her:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!
Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap
Myndarøð: KÍ kvinnur - HB 7-1
Upptakt: KÍ-FC Suðuroy
Jupiter komin á Klaksvík
U21 hetjurnar hugtóku á Skúlatrøð
Heimsins størsti fóðurflaki á Funnings…
Team Klaksvík bjóðar til U21 hálvfinalu…
Sølutorg í Leirvík sunnudagin
Undirtøkan fyri Reyðakrossbúð­ina er sera…
Fongsulsrevsing fyri at hótta politikara
Systrar­nar á Lakjuni sameinast á Summarf…
Ósemja um eina semju
Laila & Malan á Summar Festivalin
U21: Føroyar í HM hálvfinaluni
Nú verður dagstovnur bygdur – vit vilja…