Lýsing
Lýsing
Lýsing
Óli Mittún gjørdist dagsins leikari í fantastiska sigrinum | Mynd: IHF

U21-menn: HM-fjórðingsfinala!!!

SKRIVAÐ: Hondbóltssamband Føroyar  |  23.06.2025 - 19:43 Ítrottur Tíðindi

Føroyar vunnu nervadystin móti Fraklandi í seinna hálvleiki og eru í HM-fjórðingsfinaluni. Hóast alt ikki gekk eftir vild, so kempaðu okkara dystin á tamb og vann verjan dystin í seinna hálvleiki. Føroyar vunnu 28-27, eftir hálvleiksstøðuna 17-16 til Fraklands.

 

Føroyar byrjaðu, enn sum áður, við 7 móti 6 í álopinum. Væl riggaði við nógvari ferð á føroyska spælinum fyrstu 5 minuttirnar. Føroyar løgdu seg á odda 4-2. Føroyska liðið hevur gjørt sera fáar tekniskar villur í kappingini higartil, men vóru tíverri ov nógvar í fyrra hálvleiki, og fraklendingar fingu fleiri løtt mál næstu løtuna til 9-5. Okkara góvu tó ikki upp, verjan batnaði í leypi av hálvleikinum og Sasha Lacok stóð væl í føroyska málinum. Føroyar komu afturíaftur og var bert eitt mál á muni í hálvleikinum, 17-16 til fraklendingar.

Føroyar fingu eina vánaliga byrjan uppá seinna hálvleik. Fraklendingar dekkaðu væl og okkara vóru leitandi í spælinum. Føroyar komu afturum 20-16, men góvu ongantíð upp. Hetta bleiv ikki tann vakri poleraði álopsdysturin, men heldur ein verjudystur. Føroyska verjan stóð betri og betri í leypi av seinna hálvleiki, og vann hon okkum dystin at enda, tí fraklendingar megnaðu ikki at fáa mál seinastu løtuna. Føroyar komu nærri og nærri og fóru fram um seinastu løtuna og megnaðu at halda. Føroyar vunnu 28-27 og eru í HM-fjórðingsfinaluni, hóast ein dystur er eftir í meginumfarinum.
Eftir dystin var Óli Mittún kosin besti leikari í dystinum. Alt riggaði ikki hjá Óla í dag, men var hann ótroyttiligur og stýrdi hann eisini okkara til sigurs seinastu løtuna. Óli gjørdi 9 mál í dag.

Føroyar eru nú komnar víðari til fjórðingsfinaluna, sum verður hósdagin. Fyrst skulu okkara spæla um fyrsta plássið í meginumfarinum. Hann verður í morgin kl. 15.15 móti Danmark. Allir dystir kunnu stroymast á youtube síðuni hjá IHF, “IHF Competitions”, hetta um tú er stødd/staddur í Føroyum.

Dystargongdin Føroyar – Frakland:
5 min. 4-2
10 min. 5-7
15 min. 8-11
20 min. 11-12
25 min. 14-13
30 min. 16-17
35 min. 16-20
40 min. 19-21
45 min. 21-24
50 min. 24-26
55 min. 26-26
60 min. 28-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 9 (4)
Niklas Gaard 4
Ísak Vedelsbøl 4 (1)
Rókur Ziskason 3
Høgni Heinason 3
Trúgvi Hávardsson 1
Høgni Højsted 1
Búi Poulsen 1
Tóki Fríðriksson 1
Sofus í Selvindi Nattestad 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 30%

 

mynd, Høgni Vilhelmsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frimodt nýggjur nevndarlimur í Føroya Ar…
Trump: Vápnahvíld millum Iran og Ísrael
Sámal Ravnsfjall tendrar OY Voxbotn
DJ Kingz
Hjartasuff av Kalsoynni
U21-menn: HM-fjórðingsfinala!!!
Asperitasskýggj
Frá TikTok til Tórshavn: Reiley kemur he…
Soleiðis eitur nýggi bygningu­rin á Óðins…
Veðrið í vikuni
Norðlýsið blaðið í gerð
Próvtøkuhættir í eini tíð við vitlíki
Nógv gloymd klæðir
Amerikanski kavbátu­rin USS Delaware í Nó…
Klaksvík­ingur er nú á odda
Føroyar trýstu Eysturríki í botn, men ta…
Minningarorð um Otto hjá Sámal úr Lorvík
Myndarøð: KÍ - B36 2-1
KÍ gjørdi nokk til at vinna trý stig
Svein Rógvi tippar Jóansøkuróðurin