Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sámal Ravnsfjall tendrar OY Voxbotn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.06.2025 - 23:00 Mentan Tíðindi

Leygardagin verður stóri konsertdagurin OY Voxbotn, har vælumtóktir føroyskir og útlendskir tónleikarar fara at gera Havnina til eina rimmar tónleikaveitslu. Og nú er greitt, at tað er Sámal Ravnsfjall, ið fær heiðurin at seta Voxbotn í gongd.

 

 

 

Sámal er ikki hvør sum helst. Í fleiri áratíggju hevur hann verið hin frekki trubadururin, ið hevur skrivað og framført eina ørgrynnu av beinraknum sangum, sum á ein serligan hátt lýsa hetta lítla samfelagið, vit liva í. Sámal er ein garantur fyri góðsku – og tað er helst júst tí, at fyriskipararnir hava litið honum uppgávuna í hendi at verða fyrstur á pallin.

Og tað fær valla verið betri byrjan, tá býurin fer at murra við til “1000 og eina nátt”, “Á trappuni hjá Lenu” og – ikki minst – “Medistarar í Karry”. Sámal fer á pallin kl. 16:00.

OY Voxbotn 2025 verður størri enn nakrantíð. Umframt nakrar av teimum bestu, vit eiga í Føroyum, verða eisini fleiri risa útlendsk nøvn á skránni. Gleð teg til eina rimmar veitslu saman við Ester Kristiansen, Goodboys, Minds of 99, RSP, Byrta, Suspekt, Swangah, Týr – og ikki minst risastóru All Stars-konsertina, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum fara at framføra síni størstu hitt.

Keyp atgongumerki beinavegin á ebillet.fo fyri kr. 1.050,- umframt avgreiðslugjald.

OY Voxbotn – í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, Effo, Coca-Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival