Lýsing
Lýsing
Søgan um Merle Haggard (3:9)
Í triðja parti verður greitt frá lívinum hjá Merle frá 1953 til 1963. Hann verður giftur sum 19 ára gamal við Leona Hubbs, og mamman veit av ongum.
Hann byrjar nú uppá sína skeivu gongd í lívinum og fer inn í kriminalitet, sum førir til, at hann situr í fongsli, tá íð konan føðir tað fysta barni í apríl mánaði 1957.
Á jólum sama árið 1957, verður Merle tikin fyri eitt innbrot. Hann verður nú mentalkannaður og endar í San Quentin fongslinum, har hann situr í 2 ár og 9 mánaðar, til hann og verður leyslatin aftur á heysti 1960.
Oddbjørn Vágslíð hevur skrivað handrit og valt tónleik, Djóni Andreasen lesur upp og Erik Biskopstø hevur tikið upp og sett saman.
Sendingin verður send í KvF eftir tíðindini mikudag kl. 15.
Seinastu tíðindini