Lýsing
Lýsing
Lýsing

FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2025 - 11:40 Tíðindi Vinna

“Tað er greitt, at úrslitið als ikki er nøktandi”, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður. “Men vit hava tikið avleiðingarnar av negativu gongdini seinastu árini”.

 

Føroya Keypssamtøka, sum er millum størstu veitarar av gerandisvørum í landinum, helt leygardagin 10. mai sín árliga aðalfund. Har var m.a. grannskoðaði roknskapurin hjá FK lagdur fram og góðkendur av aðalfundinum.

Roknskapurin fyri 2024 vísir hall uppá 5,4 mió. kr. eftir skatt, ið er 4,6 mió. kr. betri enn árið fyri. Lækkingin í úrslitinum stavar serliga frá lægri bruttovinningi og hægri fíggjarkostnaði, men eisini frásølu av bygningum.

“Tað er greitt, at úrslitið als ikki er nøktandi”, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður. “Men vit hava tikið avleiðingarnar av negativu gongdini seinastu árini”.

Føroya Keypssamtøka varð fyrr í ár umskipað til Sp/f Føroya Keypssamtøka FK, har tveir ánarar eru. Øll aktiv og passiv vórðu løgd niður í smápartafelagið. Limasamtakið FK L/F  eigur 50% av partapeninginum og Fredensborg og Omegns Brugsforening, stytt FOB, eigur hina helvtina. “Grundarlagið er nú upp á pláss, og hyggja vit spent positivt frameftir” sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður.

 

Limafelagið FK er sostatt farið frá at reka Keypssamtøkuna í Føroyum til at eiga helvtina av Sp/f Føroya Keypssamtøku, sum verður rikið sum ein vanlig vinnufyritøka. Stjórin í nýggja felagnum er Kristian Wolsing, sum hevur verið konstitueraður stjóri í 2024 síðan 15/1-24. Nevndarformaðurin er Bo Kristensen, sum er dagliga “brugsuddeler” í FOB. Í nevndini eru 2 limir fyri FOB[1], ein eygleiðari frá Coop DK A/S[2], og Johnni M. Poulsen, fyri stjórnina (meginnevndina) í Limasamtakinum FK. Harafturat kunnu starvfólkini í  Sp/f Føroya Keypssamtøku velja 2 starvsfólkaumboð í nevndina.

Nýggjur stjóri, Claus Lundberg, er settur frá 1. juli 2025.

“Tað er týdningarmikið, at fáa lagt raksturin av FK í eina trygga og langtíðarhaldføra legu, har fyritøkan kann mennast, dagførast og búgvast til framtíðina, og sostatt tryggja limunum eina enn betri handilsketu og gera okkum munandi meira kappingarfør”, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður, at enda.

Eftir aðalfundin eru hesi í stjórnini í FK:

  • Jákup Mørkøre, heldur fram sum forfólk
  • Tim Wentzlau, heldur á fram sum næstforfólk
  • Tummas Lauritsen,
  • Elin Holm,
  • Josef Jacobsen, nývaldur


 Til ber at lesa ársfrágreiðingina 2024 her.




Lýsing
Seinastu tíðindini
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna .
Nøglin beinleiðis í morgin kl. 15
Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn l…
Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ
Søguligt fyl vekir nýggja vón fyri tað á…
Spæliland við smákyktum
Sigrun Gunnarsdóttir,listakvinna fingið…
Nýtt undirvísingartilfar um sorg á føroy…
Vøkstur í alivinnuni, men versnaðir karm…
Tæn Afrika møti í Emmaus í kvøld
Jaspis og Ametyst rokast
Ferðavinnan ynskir løtuvinning í egnan l…
Magnus: Vit hava ikki rakt toppstøðið en…
Brúdleyp - Kristina og Jón
Elsebeth fingið riddarakross
Formansskapur Norð­urlandaráðsins: Føroy…
Alla nátt – 50 ár við Hjarnar
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar