Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.05.2025 - 00:08 Ítrottur Tíðindi

Við sigursmáli seint í dystinum, eitt sindur ímóti dystargongdini, sendi René S. Joensen KÍ uppá fremsta plássið í deildini.

Dysturin í Runavík var merktur av keðiliga veðrinum. Tað var spælandi eftir vanliga mátistokkinum, men serliga KÍ dugdi ikki serliga væl at spæla í hesum líkindunum. KÍ hevði mótvind í fyrra hálvleiki og seinna part av hálvleikinum var bólturin nærum bara á KÍ-hálvuni. Undan hesum fekk KÍ eitt gott mál, sum Jonn Johannessen skoraði. Aron Knudsen javnaði stutt eftir til hálvleiksstøðuna 1-1.

NSÍ dugdi betri at spæla í mótvindinum og gjørdi tað skilagóða at leggja trýst langt frammi á vøllinum, og tað gjørdi, at KÍ sjáldan fekk skipað nakað trýst inni á NSÍ-hálvuni. NSÍ hevði stórar møguleikar at skora til 2-1 bæði í fyrra hálvleiki og seinna hálvleiki, men hvørki Brandur H. Olsen ella Klæmint A. Olsen megnaðu at skora. Ístaðin fór KÍ avstað við øllum móti endanum, tá René S. Joensen skoraði eftir innlegg úr høgru. René hevur víst seg at verða ein góð loysn uppá vinstra bakk plássið hjá KÍ. 2-1 til KÍ gjørdist úrslitið. Munurin á liðunum var, at KÍ dugdi betri at gagnnýta sínar møguleikar, sum samanlagt helst vóru færri enn teir hjá NSÍ.

Sera stór áskoðarafjøld var møtt til dystin og eiga bæði Bláa Bylgjan og Guliganz rós uppiborið fyri at seta ein sera góðan dám á dystin. Liðini vóru sera tendrað og gav tað nakrar undirhaldandi rokstøður, har alt tó legði seg aftur. Dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen, mundi samanlagt koma væl frá truplu uppgávuni.

KÍ tryggjaði sær ein týdningarmiklan sigur og liggur nú einsamalt á odda í deildini eftir fyrsta triðing.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…