Lýsing
Lýsing
Lýsing

Páll Finnur Páll á Summar Festival

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.05.2025 - 06:00 Mentan Tíðindi

Væl umtókti hittbólkurin spælir á Summar Festivalinum í august

 

 

 


Tað er lagt upp til eina framførslu av teimum heilt lívligu og festligu, tá ið Páll Finnur Páll spælir á ársins Summar Festivali.

Síðani aldarskiftið hevur Páll Finnur Páll verið millum mest markantu bólkar í føroyskum tónleiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hittbólkarnar í nýggjari tíð.

Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum.

Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum "Forelskaður sjónleikari", "Herbergið", "Eg fari mín egna veg", "Grannin", "Mín russiski vinur", "Eg" og fleiri. Bólkurin hevur eisini útgivið væl umtóktar sangir seinnu árini.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…