Lýsing
Lýsing
Upptakt: NSÍ-KÍ
Í kvøld verður higartil størsti dystur í landskappingini í ár, tá bæði toppliðini bresta saman í Runavík.
Bæði liðini hava fult stigatal undan toppdystinum í 9. umfari, so talan verður um týdningarmiklan dyst. Hjá KÍ er Hallur Hansson tøkur aftur eftir leikbann. Claes Kronberg er framvegis skaddur. Fleiri onnur ivamál hava verið, men teir flestu væntast klárir hjá KÍ. Hjá NSÍ spældu Kevin Jablinski og Jasper Van Der Heyden ikki seinast vegna skaðar.
Dysturin í Runavík byrjar kl. 20.00. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.
Seinastu tíðindini