Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og geyma

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.05.2025 - 08:56 Tíðindaskriv

Mikudagin 14 mai, á sínum 70 ára føðingardegi, kemur  Eyðun Jacobsen út við nýggjari fløgu og geyma. Hetta er ein country gospel útgáva.

 

 



Eyðun er sera aktivur í kristna tónleika umhvørvinum. Eisini ferðast og syngur  hann m.a. í Noregi og Danmark. Hann hevur eisini givið eina norska fløgu út.

Eyðun hevur fleiri útgávur aftanfyri seg, bæði sum einstaklingur og saman við øðrum.

Tónleikurin á hesi útgávuni er innspældur í Shop Studio, eitt nýtt studio, í Asheville NC. Tað er aftur hesaferð Jeff Collins sum hevur skipa og lagt tónleikin til rættis. Tónleikararnir eru allir professionellir tónleikarar, sum eisini hava spælt á øllum útgávum sum Eyðun  hevur givið út síðani 2012.

Røddirna eru innsungnar í EB Studio í Klaksvík, Tað er Erik Bikopstøð sum hevur staði fyri upptøkunum. Erik hevur eisini ljóðblanda og mastra útgávuna.

Húsan hevur Anna Simonsen staði fyri.

Útgávan ber heiti, Tað er ein sum sær teg.

Flestu sangirnir eru týddir, uttan tríggir. Tað eru Edmund Williamson og Jóhan við Neyst sum hava týtt, meðan Sámal á Toftini hevur skriva tekstin til ein, sum Eyðun hevur gjørt lag til.

Eyðun hevur gjørt lag og og tekst til ein sang og gjørt tekst til eitt tøkulag.

Fløgan og geymin koma ikki at fáast í sølubúðum, men bert við at venda sær til Eyðun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…