Lýsing
Lýsing
Lýsing

KJ hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek í Klaksvík

SKRIVAÐ: KJ Hydraulik  |  29.04.2025 - 14:40 Tíðindaskriv Vinna

KJ sum er ein av størru maskinteknisku fyritøkunum í Føroyum og hevur sína høvuðsdeild á Kambsdali hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek í Klaksvík.

 

 

Pomek er staðsett í Klaksvík, og hevur góðar umstøður fram við havnalagnum úti á Norðborg, har møguleiki eisini er til at taka smærri skip uppá land og inn í stóra arbeiðshøll.

Somuleiðis hevur Pomek serkunnleika til rustfría framleiðslu.

Seinasta stóra verkætlanin hjá Pomek var at seta upp viðførisskipanina í nýggju móttøkuhøllini á flogvøllinum í Vágum.

Hjá Pomek starvast í løtuni 24 fólk.

“ Hetta er eitt týðandi stig í menningini hjá KJ, og passar væl inn í okkara framtíðar ætlanir við at veita enn betur tænastu til fiski- og alivinnuna”, sigur leiðslan á KJ í stuttari viðmerking.

Endaliga keypið er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík