Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veðhaldi fyri Eystur- og Sandoyartunlar minkað munandi í 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2025 - 11:20 Tíðindi

Eystur- og Sandoyartunlar: Í dag hevur P/F Eystur og Sandoyartunlar havt aðalfund, har m.a. ársroknskapurin fyri 2024 varð lagdur fram. Ársúrslitið fyri 2024 gjørdist 49,6 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið við 127,9 milliónir krónur í 2023. Hóast inntøkurnar frá ferðslu øktust úr 160 milliónir krónur í 2023 upp í 198 milliónir krónur í 2024, gjørdist úrslitið lægri, m.a av tí at nú verður avskrivað uppá Sandoyartunnilin, sum lat upp fyri ferðslu beint fyri ársskifti 2024.

 

 

 

Ferðsluveðhald nógv minkað,hóast verkfall

Ferðsluveðhaldið, sum landskassin hevur veitt felagnum, minkaði munandi í 2024, í mun til árini frammanundan. Veðhaldi var í 2024 12,7 milliónir í mun til 43,6 milliónir árið fyri. Størsti parturin av veðhaldinum stavar frá fyrra hálvarið 2024, tá verkfallið í mai/juni mánaði kostaði felagnum umleið 4 milliónir. Seinna hálvár var ferðsluveðhaldi bert 3,4 milliónir krónur. Tí er ikki óhugsandi, at ferðsluveðhaldi ikki fer at kosta landskassanum pening í framtíðini, um alt gongur eftir vild.

Seinastu árini hava ferðsluveðhaldini verið hesi (kr. mió.):

2021: Kr. 27,4 mió.

2022: Kr. 56,5 mió

2023: Kr. 43,6 mió

2024: Kr. 12,7 mió

Ì alt : Kr. 140,2 mió.

Síðani Eysturoyartunnilin lat upp í desembur 2020 og síðani Sandoyartunnilin lat upp í desembur 2023, hevur raksturin og tøkniliga útgerðin rigga sera væl.

 

Nevndin
Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina, og Bergur Poulsen heldur fram sum nevndarformaður og Marita Hentze sum næstforkvinna. Hini í nevndini eru Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg og Uni Danielsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…