Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir steypavinnari eftir fimmsettara ímóti Fleyr

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  26.04.2025 - 21:09 Ítrottur Tíðindi

Bónuskappingin – finala, menn: 
Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-17, 25-18, 15-25, 23-25, 15-6)
 
Í síni sjeyndu steypafinalu á rað vann Mjølnir við 3-2 sigri á Fleyr sína áttandu steypafinalu tilsamans og sína fimtu greipu síðan 2019. Men tað var ikki uttan svørðsslag í dag, tí hóast Mjølnir uttan himpr vann tey bæði fyrstu settini, kom Fleyr afturíaftur og javnaði til 2-2. Í javnbrótaranum var Mjølnir kortini eirindaleyst og vann 15-6.
Men lítið bendi tó á, at dysturin fór at gerast so spennandi, tá Mjølnir lættliga hevði vunnið fyrsta og annað sett ávikavist 25-17 og 25-18.

Men Fleyr var sum hamskift í triðja setti og legði seg á odda 7-1 og 12-4 og læt ongantíð Mjølnir fáa samband aftur, og so vann Fleyr 25-15.

Eftir at Mjølnir hevði lagt seg á odda 5-0 í fjórða setti, helt onkur kanska, at triðja settið bara hevði verið tað typiska, sum tapandi liðið sleppur at vinna, men viðkomandi fór skeivur, tí Fleyr svaraði aftur og javnaði til 19-19 og vann settið 25-23.

Mjølnir fótaði sær tó aftur, og legði seg á odda 6-2 í javnbrótaranum, og skjótt sást, hvønn veg tað bar. Munurin vaks upp í 9-3 og 14-4, og við 10 dystarbóltum fór tað ikki at ganga galið hjá Mjølni, sum at enda vann 15-6.
Við sigrinum hevur Mjølnir nú vunnið steypakappingina átta ferðir, sum er ein færri enn tær níggju ferðirnar hjá ÍF, og ein fleiri enn tær sjey ferðirnar hjá SÍ. Einasta steypafinalan Fleyr hevur vunnið, var í 2017. SÍ b hevur eisini vunnið eina ferð. 


Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…