Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ: Super Saturday skal fagnast

SKRIVAÐ:  |  11.04.2025 - 15:00 Ítrottur Mentan Tíðindi

Leygardagin verður sannur fótbóltsdagur í Djúpumýru, tá ið besta liðið hjá kvinnum og monnum skulu spæla toppdyst. Harafturat skulu bæði kvinnur og menn í 1. deild eisini spæla týðandi dystir, og tí spílar Bláa Bylgja seg út, og ynskja vit at síggja nógv fólk til dystirnar.

Í Onglandi verður ofta tosað um "Super Saturday". Heitið verður ofta brúkt tá ið fleiri stórir og spennandi dystir eru á skránni sama dag í Premier League.

Og soleiðis verður eisini í Djúpumýri leygardagin.

Fjepparatiltak í Bláu Stovu og KÍ-Quiz
Skipað verður fyri hugaligum tiltakið í Bláu Stovu, har millum annað verður møguligt at fáa sær ein kaffimunn og okkurt søtt afturvið.

Eisini verður KÍ-Quiz, har vit vóna, at síggja nógv fólk – bæði yngri og eldri – taka lut í einari spennandi og stuttligari spurnarkapping. Spurnarkappingin verður skipað í Pub-Quiz stíli, og tí ræður um at koma á eitt gott lið, um man ætlar sær vinningin, ið er eitt gávukort á 500 kr. upp á Pizza.

Andlistmáling og handilin opin
Bæði børn og vaksin fáa eisini møguleikan at fáa málað andlitið við eyðkenda kongabláa litinum hjá KÍ, so vit koma í veruligan dystarstemning.

Er tað onkur, ið manglar eitt turriklæð, flagg ella okkurt heilt annað, so kann tað keypast í KÍ handlinum, ið eisini hevur opið gjøgnum dagin.

 

Skráin:
KL. 14.30 – 20.30 KÍ handilin opin
KL. 14.30 – 19.00 KÍ bjóðar kaffi og okkurt søtt í Bláu Stovu
KL. 14.30 – 19.00 Bláa Bylgja skipar fyri andlistmáling
KL. 17.00 KÍ-Quiz – 3 rundur, og 3 gávukort á 500 kr. upp á PIZZA verða burturlutaði

 

Dystarskrá:
KL. 11.00 KÍ – 07 Vestur (1. deild menn)
KL. 15.00 KÍ –NSÍ (Betri kvinnur)
KL. 17.30 KÍ –B36 (1. deild kvinnur Másheyggur)
KL. 19.00 KÍ –Víkingur (Betri menn)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið stroymir beinleiðis úr Varpinu…
Tunnusláttur við Klaksvíkar Hornorkestri
Føroyar lata nógv minst í landbúnaðarstu…
Í Grønlandi hevur helmingin bert fólkask…
Búnaðarstevna í Varpinum
- Avbjóðingar­nar eru nógvar, men møgulei…
KÍ spælir í Sørvági sunnudagin
Tindhólmur VA 115
Búnaðarstevnan sett
Føroyskar sagnir á enskum ganga sum heit…
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Lýsing