Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leita eftir eini smágentu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.03.2025 - 10:05 Mentan Tíðindi

Í samband við filmsverkætlan um sluppina Verdandi , sum gekk burtur undir Íslandi 1944 , leita vit eftir einari smágentu, sum kundi hugsað sær at vera við filminum.

 

Um verkætlanina

Filmurin byggir uppá eina veruliga hending úr Føroyum 1944 . Filmurin er eitt familjudrama, sum fevnir um trý ættarlið, har lagnan hjá teimum er tengd at vanlukkuni , tá 15 mans av skipinum Verdandi ikki koma heimaftur . Talan er um eina lágfíggjarframleiðslu við einum toymi úr Týsklandi og Føroyum. Allir sjónleikarar eru úr Føroyum, og filmurin verður tikin upp á føroyskum.

Vit leita eftir einari smágentu til leiklutin sum dóttir høvuðsleikarin. Vit leita eftir einari gentu, sum:

  • Er 4 - 5 ár • Er umleið 1 metur høg og hevur ljóst (blond) hár • kanska royndir við sjónleiki, men tað er ikki neyðugt 
  • Er opin, forvitin og ikki smæðin millum vaksin

Hvat barnið og foreldrini kunnu vænta:

  • Árið gentan fer at spæla í er 1944 
  • Eitt foreldur skal altíð vera til staðar á settinum 
  • Upptøkurnar fevna um 6 dagar (31. mars, 3. apríl, 7.– 9. apríl) og møguliga tríggjar dagar afturat í juli 
  • Upptøkurnar verða í Elduvík (1 dagur) og í Hoyvík
  • Samsýning verður givin.

Øll, sum hava áhuga, eru vælkomin at møta saman við barninum Týsdagin 25. mars 2025. kl. 17.00 - 19.00 í Sjónleikarahúsinum ( inngongd omanfyri ) Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum. 

Um tit hava eitthvørt at spyrja um vinarliga ring 

Thurid Samró : Tlf.213665 

Vit gleða okkum at síggja tykkum

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík