Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (skíggjamynd)

Besta úrslitið nakrantíð móti Kekkia var ikki nokk

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.03.2025 - 22:08 Ítrottur Tíðindi

Tað var næstan eitt stórt úrslit í Kekkia í kvøld, men endin var at Kekkia vann við einum máli.

Nýggja byrjanin hjá Føroyum fekk eina góða byrjan, hóast eitt tap stendur eftir. Tí Føroyar skoraðu fyri fyrstu ferð nakrantíð móti Kekkia, tá Gunnar Vatnhamar skallaði hornasparksinnlegg frá Adrian Justinussen í málið í 83. minutti til støðuna 1-1. Men bara minuttin seinni svaraði Kekkia aftur og eins og fyrru ferð, so var tað Patrick Schick, sum til dagligt er toppskjútti hjá Leverkusen, sum skallaði innlegg í málið.

Stór framstig at hóma á føroyska liðnum móti so góðum liði, hóast vónbrotið at missa seint í dystinum, men hetta eigur at geva vónir fyri góðum úrslitum framyvir. Longu týskvøldið er dystur aftur, tá Montenegro er vertur í einum dysti, sum á pappírinum gevur Føroyum betri møguleikar at fáa stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir