Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin sýnir norska víkingafarið, Leif Erikson, sum í 1926 legði inn í Føroyum. Eftirbatr (eftirbátur) nevnist skipsbáturin á fornmáli.  | Mynd: Tjóðsavnið

Vestur um Atlantshav

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  21.03.2025 - 13:58 Tíðindi

Í 1926 legði norska farið, Leif Erikson (Leivur Hepni), inn á Havnina ávegis til Amerika. Hetta var norðurlandsbátur (fembøring), men átøkur víkingaskipi við rásegli, skjøldrum og drekastevnum.

 

 

Gerhard Folgerø, skipari, legði saman við trimum landsmonnum sínum til brots úr Bergen. Av Havnini lá leiðin til Eiðis norður gjøgnum Sundalagið. Við Hvalastøðina við Áir provianteraðu teir stórhvalatvøst.

Síðani stevndi skútan fram á leið. Tá ið teir komu á Vesturlandið (í Íslandi), varð kósin sett móti Ammassalik í Eysturgrønlandi.

Nú, lagt varð á Grønlandsfjørð, varð kaldari í veðrinum, og at fáa hitan, settust menn at rógva. Hetta var ikki vandaleys sigling. Nógvi ísurin, sum kom rekandi suðureftir, byrgdi teir javnan inni, men teir sluppu kortini leysir aftur hvørja ferð.

Komnir um fjørðin sigldu teir suður við Eysturgrønlandi, rundaðu Hvarvið og hildu norður við vesturgrønlendsku strondini.

Úr Suðurgrønlandi lá leiðin móti Labrador, og tá ið komið varð til Saint John’s, høvuðsstaðin í Nýfundlandi, høvdu teir ikki verið í landi síðani í Føroyum. Eftir tiltrongda hvíld lá leiðin suður við amerikonsku strondini. Um veturin lógu teir í New York.

Tíðliga summarið eftir (í 1927), tá ið ísurin var burtur, varð farið á amerikonsku vøtnini. Ferðin endaði í Duluth. Manningin fór heimaftur, men Leif Erikson varð verandi í Amerika – og er har enn.

 

 

 

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir