Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

KÍ eigur 8 av 20 landsliðsleikarum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.03.2025 - 10:35 Ítrottur Tíðindi

KÍ er aftur hesaferð sera væl umboðað á A-landsliðnum hjá kvinnum.

FSF skrivar:

Pætur Smith Clementsen hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Gibraltar, sum vera á Tórsvølli 4. og 8. apríl


Um tvær vikur skulu føroysku kvinnurnar aftur á vøllin í UEFA Nations League kappingini. Hesaferð møta tær Moldova og Gibraltar á heimavølli. Fyribils setti venjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur kunngjørt føroyska hópin til komandi dystirnar.

Av teimum 20, ið eru boðsendar hesaferð, er bert ein broyting í mun til seinastu úttøku. Málverjin Eyðgerð Berg úr Víkingi er komin í hópin og Valborg Østerø er ikki úttikin hesaferð.

Hópurin
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Eyðgerð Berg, víkingur
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Hoydal, AaB (Danmark)

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 110, Moldova nummar 129, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…