Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nevndin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag er skipað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.03.2025 - 10:33 Politikkur Tíðindi

Aðalfundur var 5. mars í Gamla Sjómansskúlanum í Klaksvík og fitt av fólki møtti upp.

 

Annika S. Biskupstøð og Anfinn í Toft, sum eru vald í Klaksvíkar býráð og partur av býráðsmeirilutanum, greiddu frá teirra politisku ætlanum.

Annika hevur seinastu 2 vikurnar røkt borgarstjórasessin, og greiddi frá hvussu tað var at sita í borgarstjóra sessinum, nú hon var avloysari fyri Karl Johansen.

Tað var eisini høvi at seta báðum okkara kommunalu valdu kommunupolitkarum spurningar, og fingu vit eitt gott politiskt prát um býráðsarbeiði.

Anfinn sitandi formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag, valdi at leggja frá sær, og somuleiðis trekkja seg eitt sindur úr nevndararbeiðnum, og Lone Høeg Bejer ynksti ikki at stilla upp aftur.

Vit vilja takka teimum fyri teirra megnar arbeiði í nevndini seinastu mongu árini.

 

Nýggja nevndin er mannað soleiðis:

Karl Vilhelm Hansen, Pætur Steinberg stóðu ikki fyri vali hesaferð, meðan Rasmus Jacobsen, David Im og Monica Ósá Henriksen vóru vald.

Stórur dagur var 7. mars har Eirikur í Jákupsstovu bleiv landsstýrismaður í Almanna- og Mentamálum og Jóhan Christansen landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum.
Vit ynskja teimum blíðan byr í sessunum.

Á fundi 9. mars skipaði nevndin seg soleiðis:
• Fórfólk - Rasmus Jacobsen
• Varaforfólk - Karl Vilhelm Hansen
• Peningarøkil - Pætur Steinberg
• Skrivari - David Im
• Nevndarlimur - Monica Ósá Henriksen

Tiltakslimur/aðalstjórnarumboð - Anfinn í Toft

Tiltakslimir - Eirikur í Jákupstovu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir