Lýsing
Lýsing
Lýsing

Finleifi Mortensen í Gallarí Á Stongunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.03.2025 - 12:30 Mentan Tíðindi

Fríggjadagin 21. mars letur upp framsýning við Finleifi Mortensen í Gallarí Á Stongunum.

 

 

Fernisering er fríggjadagin 21. mars kl. 17.

Rani Nolsøe sigur nøkur orð og kemur við síni eyðkendu rødd og frálíka guitarspæli eisini at framføra nakrar sangir.

Ábit verður. Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Framsýningin er opin hesar tíðir:

  • 21. mars, kl. 17-20
  • 22. mars - 30. mars, kl. 15-19

 

Finleif Mortensen er uppvaksin á Argjum. Hann sýndi á fyrsta sinni fram á Ólavsøkuframsýningini í 1985. Síðani tá hevur hann havt nógvar framsýningar í Føroyum, Danmark og Íslandi.

Finleif arbeiðir burturav við málningalist. Íblásturin kemur í stóran mun frá stórbæru føroysku náttúruni - lítlu føroysku bygdunum millum himmal og hav, umgyrdar av høgum fjøllum og skiftandi ljósi.

Finleif hevur tveir mátar at útrykkja seg uppá. Tað figurativa landslagið og tann abstrakta sansaliga kompositiónin. Tvey listasnið, sum vanliga hava verið uppfatað at standa í mótsøgn til hvørt annað. Tað eina byggir á eygleiðingar og endurgevingar av veruleikanum “har úti,” meðan hitt byggir á eina samansavnan av týðiligum formum og klárum litum á egnum fortreytum. T.v.s. at tað er í størri ella minni mun treytað av tí sædda.

Eins og við impressionistunum sæst í listaverkum Finleifs arbeiði við at loysa sundur týðuligar linjur sum ein avleiðing av tí støðugt skiftandi ljósinum. Úrslitið er ein sameining av náttúrunnar egnu litum við einum undirtóna av nøkrum støðuleysum og poetiskum. Eitt abstrakt úttrykk, har ein hómar naturalistisku figurasjónina.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…