Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjókovin 5 ár – hátíðarhald og spennandi ráðstevna um fiski- og alivinnuna! 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.03.2025 - 08:38 Tíðindi Vinna

Fimm ár eru liðin, síðan Sjókovin varð stovnaður við tí fyri eyga at stimbra burðadygga menning og nýskapan í sjófeingisvinnunum. Vit hátíðarhalda dagin við spennandi ráðstevnu í Varpinum í Klaksvík fríggjadagin 28. mars, har vit viðgera møguleikar og avbjóðingar í fiski- og alivinnuni.  

 

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, bjóðar vælkomin. Síðani hugleiðir Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, um virksemið fyrstu fimm árini, og hvat liggur fyri framman.

Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2024 verður løgd fram, og síðani eru áhugaverdar framløgur frá nøkrum av tøttu samstarvsfelagunum hjá Sjókovanum. Tær snúgva seg m.a. um at minka CO2-útlát í fiski- og alivinnuni, um sporførisskipanir innan sjógæti, um innovativar rávørur úr restrávøru og um avbjóðingar frá hugskoti til marknað og lønsemi.

Granskarar hjá Sjókovanum kunna um verkætlanir og kanningar hjá Sjókovanum, eitt nú oljunýtslu, taraaling, uppsjóvarfiskiskap, línufiskiskap, alternativ protein í matvøru- og fóðurframleiðslu og verju av lívmargfeldinum í havinum.

Orðaskifti verður um, hvussu vit fáa betri dátur og hagtøl til gransking, og hvussu samstarvið millum gransking og vinnulív kann betrast. Stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sølvará, tekur saman um dagin og hugleiðir um føroyska granskingarumhvørvið. 

Í steðgunum sýna føroyskar fyritøkur og Iceland Ocean Cluster fram vørur úr havinum, og høvi verður at síggja tilfar um verkætlanir hjá Sjókovanum og samstarvsfeløgum. 

Øll eru hjartaliga vælkomin! Ráðstevnan er ein frálíkur møguleiki at hittast og fáa íblástur, vitan og kjak um viðurskifti, sum eru týdningarmikil fyri menningina av okkara høvuðsvinnum. Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding er neyðug.

Les meira og melda til á heimasíðu Sjókovans https://www.sjokovin.fo/

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir