Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vinnulívsráðið: AI-Kafé í Varpinum í dag kl. 16

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.03.2025 - 11:00 Tíðindi Vinna

Norðoya Sparikassi bjóðar, saman við Vinnulívsráðnum til spennandi og hugnaliga AI-kafé í Varpinum í dag kl. 16.00, har íslendski vitlíkisserfrøðinginum Sögu Úlfarsdóttir hevur framløgu

 

AI (vitlíki) er komið buldrandi inn á okkum øll og fær alsamt størri ávirkan á okkara gerandisdag. Men hvat er hetta vitlíkið í roynd og veru?

Á hesi kafé fara vit at læra meira um hetta máttmikla fyribrigdið á ein lættskiltan hátt.

 

Framløgan

Vitlíki er allastaðni — í telefonunum, í teldunum og á arbeiðsplássunum. Men hvussu ávirkar hetta okkum? Og hvussu kunnu vit gagnnýta tað?

Á hesi spennandi kafé fer Saga at taka okkum við á ferð inn í vitlíkisheimin. Hon fer at vísa okkum, hvussu hendan tøknin longu nú broytir okkara gerandisdag, og hvussu vit kunnu vera við til at mynda framtíðina við vitlíki.

 

Saga Úlfarsdóttir

Saga er vitlíkisserfrøðingur, Master í ídnaðartøkni (industrial engineering), og hevur serligan áhuga fyri, hvussu vanlig fólk og fyritøkur kunnu fáa gagn av hesi tøkni. 

Hon hevur drúgvar royndir við at hjálpa fyritøkum í at nýta vitlíki í arbeiðshøpi.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík