Símun Kalsø til EB/Streym
EB/Streymur leigar frá KÍ.
EB/Streymur skrivar:
EB/Streymur og KÍ eru samd um eina leiguavtalu, sum knýtir Símun Kalsø til EB/Streym komandi kappingarár.
21 ári gamli klaksvíkingurin kemur at styrkja um verjupartin hjá EB/Streymi. Símun kann spæla fleiri pláss í verjuni og hevur longu havt sínar fyrstu venjingar í felagnum. Hann var nevniliga við til fyrstu felagsvenjingina tann 4. Januar, og sær út til at vera væl fyri.
Sterki verjuleikarin hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í KÍ, og hevur umframt bardómsfelagið eisini umboðað ÍF, sum hann var útleigaður til í seinni hálvu farna kappingarár. Símun hevur leikt 20 dystir í Betrideildini og 69 dystir í 1. deild.
Símun Kalsø gleðir seg til tíðina í EB/Streymi, “Eg eri spentur og uppsettur til nýggju avbjóðingina í EB/Streymi, og at uppliva góða felagsskapin kring liðið” sigur hann við heimasíðuna hjá EB/Streymi.
“Símun hevur sína styrki í verjuspælinum. Hann kann bæði spæla í miðverjuni og á bakkinum. Hann er fysiskt sera væl fyri og gevur seg altíð 100%” sigur Sigfríður Clementsen høvusðvenjari.
Vit í EB/Streymi bjóða Símun vælkomnan til felagið og gleða okkum til at síggja hann í blá svøru blusuni.