Størsta nýggjársbrakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum
Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri er árliga tónleikaveitslan hjá orkestrinum, men hon er eisini ein av ársins størstu sjónvarpsframleiðslum hjá Kringvarpinum
Leygarkvøldið verður árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Sum siðvenja er – same procedure as every year – so fáa áhoyrararnir í salinum kransakøku og sjampanju, meðan tit heima í stovunum kring landið eisini kunnu skála við, tí Kringvarp Føroya sendir nýggjárskonsertina beinleiðis í sjónvarpinum.
Eins og bæði Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið, so spílar Kringvarpið seg eisini út til at varpa árligu tónleikaveitsluna út í hvørja stovu í landinum. Nýggjárskonsertin er ein av størstu árligu sjónvarpsframleiðslunum hjá Kringvarpinum, og fleiri enn 20 fólk eru so ella so knýtt at konsertini – alt frá tøkningum, sum tryggja ljóð, grafikk og myndir, til pallklárgerð til vertirnar á pallinum. Og teir verða Elin Michelsen og Tróndur Herason Olsen.
Hetta verður alt gjørt fyri at tryggja, at hvør tóni frá tónleikaveitsluni í Norðurlandahúsinum hoyrist í hvørjum króki í landinum.
Svenskur sopranur
Sum siðvenja eisini er, so hevur Føroya Symfoniorkestur bjóðað einum spennandi solisti til Føroya at syngja við orkestrinum og kórinum í sambandi við nýggjárskonsertina.
Talan er um svenska sopranin Susanna Andersson. Hon hevur nomið sær útbúgving á Guildhall School of Music í London og hevur seinastu mongu árini havt stórar leiklutir í størstu operahúsunum og størstu festivalum í Evropa. Sum lesandi vann hon 1. virðisløn við Kathleen Ferrier Awards, og hon varð vald at luttaka á Rising Stars heimskonsertferðini í 2006/2007.
Susanna Andersson hevur framført við hópin av symfoniorkestrum, eitt nú Kongaliga kapellinum í Danmark og Svøríki, Symfoniorkestrinum í Helsingborg, Symfoniorkestrinum í Queensland og Symfoniorkestrinum hjá BBC.
Tónleikaskráin er undirhaldandi og álvarsom, lovar Bernharður Wilkinson, sum aftur í ár stjórnar Føroya Symfoniorkestri. Á skránni er kendur tónleikur frá miklum tónaskaldum, og hon nemur við allar kenslur. Nýggjárskonsertin er konsertin, har hátíð og veitsla renna saman í eitt.
86 sangarar manna úrvalskór
Umframt Føroya Symfoniorkestur luttekur eitt úrvalskór til nýggjárskonsertina, ið telur 86 sangarar.
Longu nú verður avdúkað, at kórið eisini luttekur á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri í mars 2025, tá kórið og Symfoniorkestrið framføra stórverkið Verdi Requiem. Til tað høvið vitja orkesturleiðari og fýra sangsolistar á allarhægsta støði.
Tað er, eins og undanfarin ár, Tóra Vestergaard, ið stendur fyri at venja kórið. Til stuttleikar kann nevnast, at meðan streymslit var seinnapartin mikudagin, kom tað væl við hjá kórinum, at Kringvarp Føroya hevur egið streymaggregat. Kórvenjingin, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum, bleiv flutt yvir í forhøllina í Kringvarpinum.
Hvat: Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri
Hvar: Beinleiðs í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Leygarkvøldið 11. januar kl. 20.00