Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seinasta prædikan hjá Johan Nielsen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.01.2025 - 13:15 Tíðindi

Fríggjadagin, 10.januar - og tað er í morgin - , verður aftur hugnaløta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hesaferð fara vit at lurta eftir seinastu prædikuni hjá Johan Nielsen, presti, í Christianskirkjuni.



Johan Nielsen var prestur í Norðoya vestara prestagjaldi árini 1956-1964, við bústaði í prestagarðinum á Ziskatrøð. Hann var ein litríkur persónur og gekk eitt nú undan at fáa Christianskirkjuna bygda.

Umframt stuttan inngang um Johan Nielsen, fara vit serliga at lurta eftir upptøku, ið Útvarp Føroya gjørdi av seinastu prædiku hansara í Christianskirkjuni hin 25. november 1964.

Eisini verður sálmasangur, ein góður drekkamunnur og andakt við Øssuri Kjølbro.

Hugnaløtan verður klokkan 15, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Lýsing
Seinastu tíðindini
At vera eitt land ella ikki at vera eitt…
Símun Kalsø til EB/­Streym
Útróðurin á Stongunum ótolandi umstøður
Rani: - Eg fari at geva mína fyrstu bók…
- Vit kundu lættliga blivið nummar eitt
Grindin ikki dripin í kvøld
Botnfrádráttur & fátækradømi
Størsta nýggjársbrakið verður sent beinl…
Grind funnin á Árnafjarðarvík
Norskir leikarar steðga hægst eitt ár í…
Hvørji eru Føroya bestu leiðarar og mill…
Seinasta prædikan hjá Johan Nielsen
Barna­filmfestivalurin
Føroyar og nýggi felagsskapurin
Reyði Pantarin Cup
Sambands­flokku­rin bjóðar NÝTT SAMBAND
Ríkisfundur og fundur í samstarvsráð­num…
Samrøða við Hildu Viderø og Kristu Hvann…
Hetta kann SEV ikki bjóða fólki
Øgiligur Trump vil hava Grønland, Canada…