Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Í gjár varð skipað fyri fráfaringarløtu, nú Margit Andersen, ið hevur vaskað í Tofta skúla í meira enn 43 ár, hevur ynskt at fara úr starvi
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði:
Góða Margit!
Tann 1. sept. vóru liðin 43 síðan, at tú vart sett í starv sum vaskifólk í Tofta skúla. Hetta var eftir summarfrítíðina í 1981, og tann tá nýggi parturin av Tofta skúla varð tikin í nýtslu.
43 ár, tað er ikki 43 dagar. Nú á døgum er tað ikki ofta, at fólk eru so leingi í sama starvi. Margit hevur met í starvsaldri hjá Nes kommunu.
Nú vit í dag siga tær, Margit, farvæl, kann eg av sonnum siga, at tú í øll hesi ár hevur verið ein ómissandi partur av Tofta skúla.
Sum vaskikona hevur tú verið við til at tryggja, at næmingar, lærarar og vitjandi hava havt reinar, ruddiligar og hugnaligar umstøður at læra og arbeiða í.
Tú hevur verið stundislig, arbeiðssom og sera nærløgd í tínum arbeiði. Tú hevur dugað at sæð heildina, men eisini gingið uppí at hava smálutirnar í vaskingini í lagi. Tað er ikki av ongum, at tað tíðum hoyrist, hvussu reinur og væl hildin Tofta skúla er innanveggja. Saman við hinum vaskifólkunum hevur tú verið við til at geva skúlanum henda samleika.
Tín innsatsur hevur verið ómetaliga stórur.
Takk fyri alt, tú hevur givið okkum við tínum arbeiði í Tofta skúla.
Vegna Nes kommunu vil eg hjartaliga takka tær fyri trúgva og drúgva tænastu.
Vit ynskja tær og tínum alt tað besta, blíðan byr og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini.