Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grindamannafelagið stúrir fyri framtíðini

SKRIVAÐ: Grindamannafelagið  |  18.12.2024 - 08:27 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Í kjalavørrinum á leyslatingini av Watson, og nevndu málum, stúrir GMF fyri framtíðini, tí við hesum avgerðunum hevur Danmark óbeinleiðis góðkent tað virksemi, sum aktivistar føra í Føroyum.

 

Síðan 21. juli 2024 hevur aktivisturin Paul Watson siti í varðhaldi í Grønlandi, við tí endamálið at møguliga verða útflýggjaður til Japan til rættarsókn. Nú hevur so danska løgmálaráðið endaliga avgjørt, at maðurin skal latast leysur aftur

Watson og hansara felagsskapur er væl kendur í Føroyum. Fyrstu ferð tey vóru her varð í 1986, og vit minnast hvussu hann valdi at bróta landsins lógir, og síðani rýma úr landinum, uttan at tað fekk rættarligar avleiðingar fyri nakran. Tað er enntá skjalfest í løgreglufrágreiðingum og filmsbrotum, at hann skeyt við skørpum eftir myndugleikunum, sum royndu at handtaka hann.

 

Árini ganga og vit mugu staðfesta, at felagsskapurin hjá Watson enn er virkin her á landið, og framvegis verða landsins lógir ikki hildnar. Tað sóu vit m.a. fleiri ferðir farna summar, tá grindir blivu hildnar til.

 

Hetta er til mikla øsing millum grindafólk, men samstundis heitir danski myndugleikin á okkum um at sissa okkum, og gera sum vit altíð hava gjørt. Teir skulu taka sær av at lógirnar verða hildnar.

Sjálvandi akta vit, og gera sum tað verður sagt, men seinastu tíðina hava aktivistarnir broytt taktikk, til at melda grindafólk, sum gera sum tey altíð hava gjørt. Eftirfylgjandi fáa grindafólkini eina heilsan frá sama danska ákæruvaldinum, um at møta til avhoyringar, tí tey eru meldaði av aktivistum, fyri brot á grinda- ella djóravælferðarlógina.

 

Talan er um vanlig siðilig grindafólk, sum skulu liva við tí óvissu, at tey møguliga fáa eitt sakarmál í móti sær, bara tí tey hava gjørt sum tey altíð hava gjørt, júst sum danski myndugleikin hevur biði tey. Okkurt málið er komið til dóms, og avhoyringar eru gjørdar í øðrum málum, sum enn ikki eru komin til dóms.

 

Eisini sóu vit í summar herverk á útgerð, sum blívur brúkt til grindaveiðu. Hóast prógv vórðu funnin á staðnum, gekk long tíð áðrenn danski myndugleikin kom á staðið, at gera kanningararbeiði, tí tað hevði ikki so høga raðfesting.

 

Í kjalavørrinum á leyslatingini av Watson, og nevndu málum, stúrir GMF fyri framtíðini, tí við hesum avgerðunum hevur Danmark óbeinleiðis góðkent tað virksemi, sum aktivistar føra í Føroyum. Hetta kann føra til keðiligar avleiðingar í framtíðini, og vit mugu ikki koma hartil, at øll ikki eru líka fyri lógini, ella at grindfólk aftur verða trýst til at gera borgarligar handtøkur, sum vit vóru vitni til fyri nøkrum árum síðan.

 

Grindamannafelagið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…
Alexandra á Dul vitjar í Norð­lýsinum
Tøkk - Jógvan Tróndheim
Steintór lesur søgu í morgunsanginum
Jóla­konsertin – Gøtu Kirkju Ungdómskór s…