Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jákup Jacobsen | Mynd: Sverri Egholm

Minningarorð: Ein av okkara mest framkomnu vinnulívsmonnum hevur lagt árarnar inn

SKRIVAÐ: Fríðálvur A. Jensen  |  16.12.2024 - 22:15 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Takk fyri alt, góði Jákup, og hvíl í friði

 

 

Tá eg setti meg at lurta eftir tíðindunum í Kringvarpinum, bleiv eg sera harmur, men so sanniliga eisini fegin um, at okkara almenni tíðindaberi vildi minnast ein av okkara heilt stóru innan føroyskt vinnulív, sum er  farin.

Tað, at eg setti meg at skriva nøkur orð er, at eg longu heilt afturi í 90´unum kom at kenna Jákup Jacobsen – vanliga nevndur Dunga Jákup.

Eg minnist ein av fundunum, har eg var í arbeiðsørindum, at eg beit serliga merki í henda mannin, sum var stórur í stødd, men sera lítillátin og skemtingarsamur.

Hann kom eisini inn á hvør eg var, so tá eg nevndi meg eisini at vera bygningssnikkara, fekk hann eitt glimt í eygað, tí hann var eisini komin úr somu snikkaravinnuni.

Hetta gjørdi bara mína virðing fyri Jákupi enn størri, tí eg fór at hugsa fyri mær, at tað nú kanska er ikki so galið við eini upprunaligari handverkaraútbúgving.

Vit fingu eitt vinaband, sum eg var glaður fyri, tí eg havi altíð havt sera stóra virðing fyri tí, ið bæði hann og fleiri úr Gøtu hava fingið av skafti.

Jákup var ikki tann, sum setti seg sjálvan fremst, so tá eg plagdi at leggja leiðina inn á skrivstovuna í Gøtu, hevði hann nógv gott fólk um seg, sum hann eisini hevði tokka til.

Vit hava mist ein sera dugnaligan og viljasterkan vinnulívsmann, sum so sanniliga hevur lagt nógv eftir seg, sum mong húsarhald og einstaklingar hava notið gott av.

Er tað nakað, vit her á oyggjunum hava brúk fyri, so er tað júst slíkar sum Dunga Jákup, ið á so mangan hátt hevur víst vegin!

Takk fyri alt, góði Jákup, og hvíl í friði.

 

Fríðálvur A. Jensen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir