Eldraøkið endurskoðast og fjarlestur til heilsurøktarar
Starvsfólkatrotið innan eldraøkið krevur nýhugsan og ítøklig stig, eitt nú møguleika fyri fjarlestri. Samstarv millum Heilsuskúla Føroya og Íverksetarahúsið er ein møgulig loysn, sum eg fari at arbeiða fyri at seta í verk.
Tá eg, 1. januar 2025, taki við sum forkvinna í nevndini Eldri- og bústaðir, eru júst tíggju ár gingin, síðan eldarøkið var lagt til kommurnar at umsita. Tað er tí eyðsætt tíð upp á at endurskoða bygnaðin og samstarvið í Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Eldraøkið er ein av okkara týdningarmestu, men eisini kostnaðarmiklastu uppgávum. Tí er alneyðugt, at vit brúka hvørja krónu skynsamt og tryggja, at tænasturnar lúka tey vaksandi krøvini frá borgarum og starvsfólkum.
Nýhugsan og ítøkilig stig
Undir valstríðnum skrivaði eg um, at eldraøkið hevur tveir akuttar trupulleikar, sum eru starvsfólkatrot og bústaðartrot.
Eg fari fyrst at seta sjóneykuna á fyrra trupulleikan, sum eg haldi krevur nýhugsan og ítøkilig stig.
Veruleikin er, at alt ov fáir heilsurøktarar verða útbúnir til Norðoyggjar. Tríggjarferð so fáir næmingar úr Norðoyggjum hava lisið til Heilsurøktara, í mun til næmingar úr Suðuroy. Hetta hóast fólkatalið í Norðoyggjum er størri enn í Suðuroy. Staðsetingin av Heilsuskúla Føroya ger, at tilgongdin av nýggjum heilsurøktarum als ikki svarar til tørvin. Prioriteringin av hesi staðseting kostar altso tað, at vit í Norðoyggjum hava eldri røktarkrevjandi fólk, sum mugu í eina kø vegna starvsfólkatrot, og kunnu ikki fáa heimahjálp, tá tørvurin vísir seg. Hetta kunnu vit í Norðoyggjum ikki liva við og hetta kann landið ikki liva við.
Verandi gongd er einki minni enn vandamikil.
Fjarlestur ein gongd leið
Tað er bara ein loysn uppá trotið á heilsurøktarum í Norðoyggjum, og tað er sjálvsagt at venda gongdini, soleiðis at vit fáa fleiri útbúnar heilsurøktarar til Norðoyggjar. Men hvussu gera vit tað? Besta og skjótasta loysnin, ið eg síggi fyri mær, er at útbúgvingin sum heilsurøktari eisini kann takast sum fjarlestur. Hetta er longu ein møguleiki hjá lærustovnum í Danmark – men hví ikki eisini í Klaksvík?
Tørvur er tí á einum samstarvi millum Heilsuskúlan í Suðuroy og Íverksetarahúsið í Klaksvík. Við hesum hevði verið lættari hjá fleiri at tikið stigið at taka útbúgvingina, og harvið verður ein størri tilgongd av fakligum starvsfólki til eldraøkið tryggjað.
Tá eg taki við, sum forkvinna í Eldri- og bústaðir, 1.januar 2025, verður hetta nakað, ið eg ynski at kanna og fáa sett í verk sum skjótast.
Sylvia Thomsen
Umboð fyri Sjálvstýri í Klaksvíkar býráði