Landsstýrismaðurin veit ov lítið um fuglastovnin
hóast tað, so hevur hann í hyggju at broyta veiðulógina munandi. Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, sum hann ætlar at løgtingið skal goðkenna, ber boð um at landsstýrismaðurin ikki hevur nóg holla vitan um okkara fuglastovnar.
Í uppskoti sínum sigur HØGNI MILLUM ANNAÐ; “at skjóta fugl er ein hóttan móti stovnunum” og sigur arastaðni “Hetta er serliga galdandi fyri lomviga og lunda”
Líka síðani fyrst í sekstiárunum havi eg verið við til at skjóta svartfugl. Síðani lógin bleiv broytt fyri og bannað fyri skjóting á sumri, havi eg at kalla á hvørjum vetri skoti mær eitt kók til húsbrúks hjá mær og mínum. Í práti við aðrar, ið hava troytt hendan møguleika til at fáa eitt mataríkast til húsarhaldi, eru vit samdir um, at tað er onki hald í at siga at tað er skjótingin, ið er orsøkin til stóru niðurgongdina í lundastovninum, sum hevur verið til fyri á leið tveimum árum síðani, nú bæði lundi, lomvigi og Álka aftur eru farin at mennast við og á landi.
Skal Landsstýrismaðurin menna lundastovnin, so má hann royna á øðrum leiðum enn hjá skjótingarmonnunum. Gaman í skjóta vit einar fimm seks lundar ein góðan dag, sum hjáveiðu á vetri, so tað er ikki her at lundastovnurin verður hóttir.
Samdur vit Høgna at onki skil er á fuglateljingini, sum hann helst hevur eitt sindur av ábyrgd av. Øll hesi mongu ár eg havi skoti fugl havi bert tað einu ferðina fingið ein merktan lunda. Tað var í 2022 minnist meg rætt og hesin lundin var merktur í Skotlandi.
Týsdagin í vikuni sum fór, vóru vit aftur ein skjótingatúr. Veðrið var av tí allar fagrasta, fingu bert 11 fuglar, fýra lundar og sjey álkur og lomvigur. Tá so lítið er at fáa taka vit eisini onkran lunda um tað bíðst annars er tað álkur og lomvigur vit eru eftir. Tað vóru nevniliga Ramsar oyggjarnar og hini lundaplássini, sum stóðu fyri nógv mestu lundaveiðuni.
Kanska hevði eisini verið rættari at stytt veiðutíðina í fyrra enda, tí svartfuglurin er ofta sera staputur fyrstu tíðina tá hann kemur.
Oliver Joensen