Veðrið um vikuskiftið
Vit hava havt eitt lágtrýst liggjandi eystanfyri okkum, og lotið hevur tí verið eitt sindur kalt. Kølin luft er drigin suðureftir nakað vestan fyri okkum og er so vend hendanvegin.
Í morgin fer ein hátrýstryggur við ikki nógvum vindi at liggja yvir okkara leiðum, men hann liggur ikki leingi, fyrr enn eitt lágtrýst við meira vindi kemur vestaneftir og fer norður um Ísland. Tá fer køld luft aftur at koma ímóti okkum vestaneftir.
Fara vit til veðrið meira ítøkiligt, so hevur hann ligið av vestri í morgun, men seinnapartin gongur hann upp í útnyrðing og minkar vindin niður í 5 til 10 m/s – skýloftið skiftandi og ælaveður. Í kvøld veksur hann vindin aftur upp í 8 til 13 m/s, onkra løtu upp í 15 m/s, hann gongur eysturum til landnyrðing, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin í dag liggur millum 3 og 7 stig; í nátt niður í fristmarkið.
Fyrrapartin í morgin er minkandi vindur niður í 3 til 8 m/s av vestri ella útsynningi, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s, men hann minkar aftur í annaðkvøld. Tað verður skýggjað og yvirhøvur turt, men sum frálíður fer at regna. Hitin í morgin millum 3 og 8 stig.
Sunnudagin er meiri vindur av útsynningi, tí hann veksur upp í 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s. Seinnapartin fer hann at liggja millum 13 og 18 m/s, við skiftandi skýlofti og ælaveðri. Hitin millum 4 og 9 stig.