Vestmenningar mugu ressast við NÚ
- um landskassin skal fíggja íbindingarfarleiðirnar til suðuroyartunnilin, so verður eingin vestmannatunnil í okkara tíð
Stórt kjak hevur tikið seg upp um suðuroyartunnilin, og serliga eru tað sandoyingar og hvalbingar, sum gera vart við seg.
Í Suðuroy er ætlanin, at tunnilin kemur upp í Sandvík. Farleiðin úr Sandvík til Trongisvágstunnilin gongur gjøgnum bygdirnar báðar, Sandvík og Hvalvík. Hetta eru fólk norðantil á Suðuroynni ónøgd við og hava lagt eitt alternativt uppskot fram.
Á Sandoynni kemur tunnilin upp í Djúpadali, stutt frá Skarvanesi. Tað førir við sær, at restin av farleiðini verður løgd gjøgnum Sandsbygd. Tvær farleiðir eru í uppskoti. Sama hvør av teimum verður vald, so ilskast sandoyingar og skjóta upp alternativ, tí farið verður gjøgnum vakran bø.
Líka mikið um farleiðirnar verða tær, sum nú eru í uppskoti, ella alternativar farleiðir verða valdar, so kosta tær munandi upphæddir. Men fyri tey, sum vilja hava ein vestmannatunnil, er tað ikki líka mikið, hvussu hesar leiðir verða fíggjaðar.
Eingin vestmannatunnil, um tunnilsfelagið ikki fíggjar vegirnar eisini
Vit munnu øll fegnast um ein suðuroyartunnil. Men við atliti at einum vestmannatunli, so eru íbindingarvegirnir til suðuroyartunnilin og til tunlarnir uppi á landi í Suðuroy tað mest viðkomandi fyri okkum!
Vestmenningar skulu leggja sær í geyma, at P/f Suðuroyartunnilin bara skal taka lán til sjálvan suðuroyartunnilin - ikki til vegir í Sandoynni og til vegir og tunlar í Suðuroynni. Tað skal landskassin gjaldað! Landskassin skal altso gjalda milliardaíløgur til tunlar og til tunnilsvegir á Sandoynni og í Suðuroy komandi nógvu árini.
Tað kemur at útseta vestmannatunnilin nógv, nógv ár út í framtíðina!
Fíggjarlógin hoknar
Tey mest positivu siga, at tað ganga tíggju ár, so er suðuroyartunnilin liðugur. Í næstum verður løgtingsfíggjarlógin fyri 2025 løgd fyri tingið. Um hesa tíðina, í desember, tey komandi tretivu árini, hendir júst tað sama. Hesi árini skulu pengar setast av til
- vegir báðu megin suðuroyar-tunnilin,
- tunlar í Suðuroy umframt til
- tað, sum tunnilsfelagið skal hava sum trygd frá landskassanum.
Í sjálvum lógaruppskotinum til suðuroyartunnilin stendur í grein 1:
P/F Suðuroyartunnilin er ábyrgdarhavandi byggiharri fyri Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
Og í grein 6, stk. 1: Tá ið teir tunlar og vegir, sum nevndir eru í § 4, stk. 1, nr. 1-2 og 4-6 eru lidnir, verða teir AVHENDAÐIR LANDINUM FYRI ÚTVEGANARKOSTNAÐ og lagdir afturat vanliga landsvegakervinum. (Hetta eru allir vegir og tunlar uttan sjálvur undirsjóvartunnilin.)
Við slíkum krøvum, so hoknar landskassin, og tað kemur at raka vestmannatunnilin.
Í fleiri ár hava vestmenningar kravt ein vestmannatunnil. Skal hann gerast veruleiki, so mugu vestmenningar ressast við – nú! Møguliga er tað longu ov seint. Sjálvandi er hetta ein uppgáva fyri allar vestmenningar, men tó mest fyri kommunustýrið, um vit skulu hava ein vestmannatunnil í nærmastu framtíð. Vestmannatunnilin er mettur at kosta millum 500 til 900 mill. kr.
Um eina løtu er tað ov seint
Tað fyrsta, sum Vestmanna kommuna má gera, er at seta eina aktiva nevnd, sum skal hava til endamáls ávirka teir politikarar, sum kunnu ávirkast.
Hetta eru teir politikarar, sum hava gjørt eina avtalu um, at suðuroyartunnilin skal gerast. Umframt løgmann Aksel V. Johannesen og Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, so er talan um hesi umboð: Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, Annika Olsen, Tjóðveld, Sólvit Nolsøe, Framsókn, Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Erhard Joensen, Sambandsflokkurin, og Jenis av Rana, Miðflokkurin. Tey eru øll úr Suðuroy, uttan umboðið fyri Framsókn, sum hevur røtur í Sandoynni.
Vestmenningar mugu fáa løgtingslimir - eisini teir, sum hava undirskrivað avtaluna - at skilja, at tað má vera p/f Suðuroyartunnilin, sum má taka lánið til vegir og tunlar á landið í Suðuroynni og á Sandoynni OG GJALDA TAÐ - ikki leggja tað á landskassan. Annars er vestmannatunnilin longri burtur enn nakrantíð.
Tað eru ikki stundir at bíða, tí um eina løtu er tað ov seint.
Vh,
Birgir Waag Høgnesen