- Her er gott at verða
Kvinnurnar sótu vit stokkunum og menninir spældu popp tá vit vitjaðu á dagtilhaldinum Sóljan
Vit vitjaðu í Sóljuni á stoksoyravegi 39 har heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum koma fleiri ferðir um vikuna.
Eini 20 fólk ganga regluliga her. Vit hava opið mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 13 til 16. Fríggjadag er tilboðið visitera og opið frá kl. 11 til 15, sigur Rúna Løkságarð Josephsen, sum er deildarleiðari í Sóljuni
Her er so gott at verða, vit hugna okkum við stokkum, puslispæli og fáa bæði gott at eta og drekka, sigur 94 ára gamla Jytte Thomsen. Eg kendi væl Eivildu og Hans Lützen (omma og abbi greinaskrivaran), minnist væl at vit keyptu blómur og kransar har í kjallarinum, har tú nú hevur Norðlýsið, leggur Jytte aftrat.
Endamálið við dagtilhaldinum er at eggja borgarum at vera virknir í egnum lívi. Dentur verður lagdur á heilsumennandi og fyribyrgjandi virksemi. Allir heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggum eru hjartaliga vælkomnir til hugnaligar samverur í dagtilhaldinum, upplýsir Rúna.
Menninir spæla popp og eru beinvegin klarir til eitt prát. 95 ára gamli John Høj er aldursforseti og sigur at teir hugna sær óført meðan teir skjóta. Byrger Heinesen er 93 ár, hann fær kjansin at skjóta og meddar væl.
Prátið fer inn á tá týskurin bombaði undir krígginum og vit semjast um at Norðlýsið má koma aftur skjótt, tí teir hava nógvar søgur at greiða frá.
Vit fingu nakrar myndir og takka fyri vitjanina - vit verða aftur skjótt!