Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jógvan Horn

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  08.12.2024 - 22:29 Veðrið Vinna

Lágtrýstini ganga í hesum døgum í landnyrðing millum Ísland og Grønland, og Føroyar fara at liggja eystan fyri tey. Tí fer ættin hjá okkum at vera um útsynning. Týsdagin fer eitt hátrýst at leggja seg á okkara leiðir, og tá fer hann at mala av ymsum ættum.

Hitalagið fer eitt sindur upp samanborið við kuldan, vit hava havt í nakrar dagar. Fram ímóti vikuskiftinum verður aftur kaldari.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

8 til 13 m/s av útsynningi, skýggjað og yvirhøvur turt. Seint um kvøldið fer at regna, og eftir midnátt fer gongur hann upp í vestan og minkar sum frálíður niður í 3 til 8 m/s. Hitin 5 til 9 stig.

Týsdagin:

3 til 8 m/s av vestri, seinni útnyrðingi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hitin 2 til 7 stig.

Mikudagin:

Eystan og landsynningur, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið lækkar hann niður í sunnan og veksur vindin upp í 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Hósdagin:

5 til 10 m/s av útsynningi, skýggjað allan dagin og stundum regn, men eisini turrar løtur. Hitin 3 til 9 stig.

Fríggjadagin:

Fyrrapartin 8 til 13 m/s av útsynningi, smáskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin ongur hann upp í vestan og minkar vindin niður í 3 til 8 m/s, smáskýggjað og ælaveður við vátakava ella kava. Um kvøldið og náttina 8 til 13 m/s av norði, smáskýggjað og kavaæl. Hitin 3 til 8 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…
Alexandra á Dul vitjar í Norð­lýsinum