Tvíkilja við mongum møguleikum
-Tjaldurshella er keypt úr Norra og er bygd í 2015. Hon er 15 metrar long og 10 metrar breið. Hon hevur tveir John Deere motorar á 600 hestar hvør, og kann sigla 17 míl. Vanlig arbeiðsferð verður 11 - 12 míl, sigur Símin Jákup Højsted
Mikudagin, 4 desembur, fór nýggja tvíkiljan, Tjaldurshella, hjá Sp/f S.J.H. Commersial Divers í Vestmanna á sjógv. Tað hendi á verkstaðnum hjá Pomek í Klaksvík, har hon hevur staðið, meðan ymiskt viðlíkahald er gjørt. Samstundis hevur hon fingið sett DP-stýrisskipan í, so hon kann liggja still á eini ávísari knattstøðu, hóast vind og streym.
-Vit hava keypt hesa tvíkilju, tí hon skal nýtast í okkara arbeiðið við kaving. Samstundis hevur hon hópin av møguleikum, og tí vóna vit at fáa ymiska sigling.
Tað sigur eigarin Símin Jákup Højsted í Vestmanna.
-Tvíkiljan kann eisini nýtast til sigling fyri Strandferðsluna, alivinnuna, SEV og onnur. Hon hevur skrúvur aftan og framman og hevur stórt dekk, sum kann hava nógvan og ymiskan farm. Ein stórur og sterkur krani stendur afturi á hekkuni, sum lyftir 8 tons úti á 4,4 metrum. Harafturat er báturin góðkend til 12 ferðandi, umframt manningina, sigur hann.
-Tjaldurshella er keypt úr Norra og er bygd í 2015. Hon er 15 metrar long og 10 metrar breið. Hon hevur tveir John Deere motorar á 600 hestar hvør, og kann sigla 17 míl. Vanlig arbeiðsferð verður 11 - 12 míl, sigur Símin Jákup.
-Vit hava nú tríggjar tvíkiljur og tríggjar minni arbeiðsbátar. Tað er nógv at gera, og tá vit kunnu bjóða okkum fram til ymiskar uppgávur, so fáa vit eisini fleiri uppgávur, sigur Símin Jákup.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir Símini til lukku og Guds signing við Tjaldurshellu.
Myndir: Símin Jákup.