Lýsing
Lýsing
Lýsing

Amnesty International enn eitt álop á Ísrael

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti   |  05.12.2024 - 21:27 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Enn einaferð hevur Amnesty International framt eitt fjølmiðlaálop á Ísrael - í Kringvarpi Føroya. Eg loyvi mær at mótmæla hesum álopið á Ísrael, sum – í frágreiðingini - verður ákært fyri fólkamorð.

 

 

 At mistøk verða gjørd í einum slíkum kríggi, sum fer fram í Gaza og aðrastaði, er tíverri ikki eindømi. Men at ákæra Ísrael fyri fólkamorð er ein høpisleys ákæra. Ísrael hevur sent boð til fólk í bygningum, sum teir ætla at bróta niður, um at fara úr bygningunum, tí Hamas-fólk hava hildið til har. Ísrael sigur, at Hamas-menn hava forðað teirra egnu í at flýggja, fyri at nýta tey sum skjøldur.

Í sendingini í útvarpinum í dag, hildu umboð fyri Amnesty International ikki, at Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober vera fólkamorð, men staðfestu samstundis, at Ísrael fremur fólkamorð í Gaza.

Hvat var so Hamas-álopið á Gaza, har umleið 1200 fólk, nógv flestu teirra jødar, vóru myrd? Endamálið var at drepa so mangar jødar sum gjørligt og at taka gíslar inn Gaza, har fleiri av teimum eru enn – smábørn, unglingar, gentur og dreingir, eldri fólk og oldingar – púra ósek fólk.

Tá ið so ísraelsk herlið fóru inn í Gaza eftir Hamas, fjaldu hesir seg í skúlum, sjúkrahúsum og øðrum almennum hølum, har sum teir eisini høvdu fjalt rakettir og hernaðarliga útgerð. Hamas-menn nýttu vanligar gazaborgar sum skjøldur fyri at verja seg sjálvar. Er tað ikki fólkamorð móti sínum egnu borgarum, sum Hamas hevur framt?

Ísrael hevur ákært Hamas fyri hava borið skeiv og ósonn tíðindi til útheimin fyri at seta ísraelsku herliðini í vánaligt ljós, sum tíverri ikki er ókent í slíkum førum.

Amnesty International skýrir onnur fyri fólkadrap, meðan Amnesty Interntional, føroyadeild stuðlar undir at Føroyar skulu fáa eina lóg sum loyvir fosturtøku upp til 12. viku av fosturtíðini. Amnesty International, føroyadeild, stríðist fyri at føroyskar kvinnur skulu fáa rætt til at fáa týnt teirra egnu børn í móðurlívi upp til 12. viku.

Minnir slíkt um fólkamorð?

 

Svenning av Lofti 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…