Meir um ringa veðrið
Nú klokkan er 23, er ættin á veg úr landsynningi niður í sunnan. Enn er hann landsynningur norðanfyri, men sunnanfyri kemur hann lágt. Vindferðin liggur um 20 m/s sambært veðurstøðunum hjá Landsverki.
Um 2 tímar ella so er ættin sunnan allastaðni í landinum. Til ta tíð fer vindurin ikki at veksa tað stóra. Heldur ikki avfallið – tað fer at regna allastaðni alla tíðina.
Eftir klokkan 2 í nátt fer vindurin at veksa eitt sindur – upp í 18 til 23 m/s í miðalvindi. Har sum ættin er góð í illveðri, kunnu tey vænta eitt sindur minni. Har sum ættin er ring, fer at vera meiri vindur enn hasi tølini, og hvirlurnar nakað væl harðari.
Tá ið komið er fram ímóti morgni – umleið klokkan 7 – er miðalvindurin í vestaru oyggjunum farin upp í 20 til 25 m/s, meðan hann framvegis er 18 til 23 eystan- og sunnanfyri.
Fyrrapartin í morgin og fram ímóti middegi fer ættin eitt sindur vesturum – til útsynning vestan. Miðalvindurin kring alt landið 18 til 23 m/s.
Alla náttina og fyrrapartin samdrigið og regn.
Tað verður ikki fyrr enn nakað er ligið út á seinnapartin, at vindurin fer at minka. Tá ið fólk sessast til nátturða í annað kvøld, er vindurin minkaður niður í 13 til 18 m/s, og ættin gingin upp í vestan.
Nú er skjótt niðurfaringartíð....
Dagføring verður aftur í morgin ári.
Góða nátt.