Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið á Norðoyri

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  02.12.2024 - 20:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var Annika S. Biskopstø, sum helt røðu, tá ið jólatræið á Norðoyri tendraði í kvøld.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi, og eftir at børnini høvdu hjálpt til at tendra træið, var boðið til ein drekkamunn í Barnagarðinum.

Her niðanfyri verður røðan hjá Annika S. Biskopstø endurgivin:

Góðu øll tit!

Tað stundar til jóla. Vit gleða okkum. Hetta er ein vøkur og spennandi tíð. Og børnini eru serliga spent. Ja, eg minnist sjálv við stórum takksemi aftur á hesa tíðina. Tá ið eg var barn og taldi dagarnar til jóla. Tað var so hugnaligt og fjálgt. Jólapynt og jalakalendari. Jólaveistla og jólamenn. Jólasangir og jólapakkar ... Og nú eg eri ein vaksin kona, eru tað míni børn, sum leypa upp um morgunin at vita, hvat er í jólakalendaranum. Og tað eru tey, sum spyrja um jólamannin og lúra eftir teimum fittu nissunum, sum ganga millum hús og heim og forvitnast, um børnini skikka sær væl ella hvat tey ynskja sær til jóla.   

Og soleiðis var tað eisini, tá ið tykkara ommur og abbar vóru børn. Kanska vóru jólagávurnar ikki so nógvar og tað vóru ikki so nógv ymiskt sløg av góðgæti. Men tað er ikki hetta yvirflóðið sum skapar jólini.  Góður jólahugni er samvera við onnur og friður. Tað kann vera, at baka og skriva heilsanir. At sleppa at tendra tey fyrstu jólaljósini. Ella at pynta tað væl angandi jólatræið. At fara í kirkju ella í samkomu. Og at hoyra tann góða jólaboðskapin. At vit øll eru boðin í ein stóran føðingardag. At tað altíð er onkur, sum er góður við okkum, og sum vil ansa eftir okkum.

Men vit mugu ikki vera so ótolin. Vit skulu ikki renna aftan á jólunum. Nei, jólini koma stillisliga til okkara ... Og líka so brátt, sum vit hava hildið jól – við øllum tí góða og hugnaliga, ið ein kann hugsa sær – so eru jólini liðug.  Jólapyntið verður tikið niður og jólatræið endar kanska í nýggjársbálinum.

Og eitt nýtt ár byrjar. Vit verða øll eitt ár eldri ...  Dagarnir gerast ljósari. Tað fer aftur at vára. Summarið kemur. So ganga vit fjøllini. So er aftur myrkt og vetur. Og vit gleða okkum til jóla. Soleiðis melur tað stóra lívshjólið. Og soleiðis ganga árini..

Og ein dag, so eru vit ikki børn meira. Vit eru ungdómar, sum reika frítt og royna finna runt í teimum mongu valmøguleikunum. Ella eru vit mammur og pápar, sum skulu keypa og pakka jólagávur inn til alla familjuni, rudda og stákast, og gera klárt til jólini. Ella ommur og abbar, og kunnu fortelja eina góða søgu ella siga frá mongum áhugaverdum hendingum í gjøgnum lívið.  

Hetta vakra jólatræið, sum nú verður tendrað, hevur einaferð verið eitt lítið granntræ í eini stórari skóg. Í dag er tað vakurt skrýtt við ljósperum. Men í januarmánað, so missir tað nálirnar og perurnar verða tiknar av greinunum.  

So er tað ikki so spennandi at vera jólatræ meira. Og tit minnast kanska ævintýrið um Granntræið, hjá H. C. Andersen, sum allatíð ynski seg størri og onkra aðrastaðni, enn har tað var.. og ikki sá tað virðismikla í løtuni.

Boðskapurin er, at tað er so týdningarmikið at vit njóta núið. Tað kann vera ringt. Serliga tá man telur dagar til jóla. Ella tá man gleðir seg at sleppa at tendra eitt jólatræ. Ella tá man livir í eini tíð, har samfelagshjólini bara koyra super skjótt.

Men kanska er tað nú vit skulu steðga á - Planta okkara føtur væl niður í jørðina og bara vera.

Sindur sum tað gróðursetta træið..

Og hvør veit, kanska vit fáa gróðursett nøkur granntrø, sum kunnu sleppa at vaksa upp saman við børnunum her á staðnum. Trø, sum ikki verða feld um jóltíðir, pyntaði og tveitt burtur, men trø, sum vit alt árið, ja alt lívið kunnu gerast góð við og sum kunnu fáa eina vakra stjørnu og ljósperur, ið hanga runt um tann grøna kjólan, tá jólini nærkast.

Men í dag gleðast vit um tað vakra træið, sum hesi jólini sleppa at skína á Norðoyri. Og vit frøast um, at jól eru nær. Og at í barnaeygum vilja lýsa tær bjartastu stjørnurnar.  Og mín vón er, at tær kunnu lýsa alt árið. Ja, tað myrku tíðina um veturin. Og tað ljósu tíðina tá ið aftur summar er í Føroyum.  

Sum træið hava øll hava uppiborið ljós, lívd, skjól og góða mold at vaksa í. Og vit mugu hjálpa hvørjum øðrum at trívast og skína...

Gleðilig jól øll somul!

Takk fyri at tit høvdu tol at lurta og at bíða eftir, at jólatræið bleiv tendrað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…