Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Ánunum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  02.12.2024 - 20:08 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í kvøld tendraði jólatræið í Ánunum

 Sylvia Thomsen helt røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spældi

Sýlvia greiddi hugtakandi frá, longu ferðini hjá jólatrænum og hvussu vindur og veður var farið við tí, áðrenn tað langt um leingi endaði í Ánunum.

Hon hevði fingið ein lítlan fittan jólavættur at hjálpa sær at tendra træið. Men alt gekk ikki sum tað skuldi, tí tað mátti teljast tvær ferðir, áðrenn træið tendraði.

Ein hugnalig løta við góðum horntónleiki afturvið frá Klaksvíkar Hornorkestri.

 

Røðan hjá Sylviu Thomsen er her:

 

Jólatræmaðurin

Gott kvøld, góðu Áningar – og gott kvøld øll tit, sum eru komin at tendra jólatræið saman við okkum í kvøld!

Nú skal eg siga tykkum frá eini søgu, sum er púra sonn! Hon snýr seg um hetta jólatræið, ið her stendur, og sum vit nú skulu tendra! Tí vita tit hvat – tað mundi verði so galið, at vit slett onki jólatræ fingu í ár!

Tað er nú soleiðis, at hetta lítla plássið, her vit búgva, tað kallast Ánirnar, og hetta er ein lítil bygd, sum er partur av Klaksvíkar kommunu. Og í Klaksvíkar kommunu eru fleiri sovorðnar lítlar bygdir. Úti á Oyri er ein lítil bygd. Aftanfyri Áðarskarð beint her uppi, har er eisini ein lítil bygd, sum eitur Árnafjørður og heilt har yviri á oynni, sum eitur Kalsoy, har eru ikki færri enn fýra lítlar bygdir. Og so Klaksvík sjálvandi. Klaksvík er tó ikki ein lítil bygd, men ein stórur býur.

Men tað er nú so, at hvørji jól, so skulu jólatrø tendrast allastaðni. Ikki einans tað stóra í Klaksvík, men eisini fleiri smá jólatrø, sum okkara, í øllum bygdunum. Og tað er í hesum sambandi, at eg skal fortelja tykkum um jólatræmannin, sum hvørt ár syrgir fyri at fáa øll jólatrøini uppá pláss, bæði í Klaksvík, her í Ánunum og í øllum hinum bygdunum.

Og hesin jólatræmaðrin sær eitt sindur út sum ein jólamaður, men tað er bara tað, at hann hevur onki skegg. Jólatræmaðurin er í grønum klæðum. Men uttaná letur seg í vanlig klæðir, og tí er hann akkurát sum ein “under cover” jólatræmaður. Akkurát, sum Superman.

Og nú skal eg siga tykkum, hvat hendi við okkara jólatræi í ár, tá ið jólatræmaðurin skuldi koma við tí. Í grundini kemur jólatræmaðurin ikki bara við jólatrøunum til Klaksvíkar, men hann skal eisini drassa øll jólatrøini út til allar bygdirnar. Júst hvussu hann kemur við jólatrøunum, tað hevur eingin higartil vitað nakað um. Brádliga liggur eitt jólatræ her og á hinum plássunum. Tað er akkurát sum, tá jólamaðurin kemur við gávum. Eingin sær hann nakrantíð.

MEN! Eg kom í prát við ein lítlan vættur ein dagin, og hann flenti so illa, at eg mátti spyrja, hví hann flenti so. Og tá fortaldi hann mær søguna um jólatræmannin og nettup hetta jólatræið, sum stendur her. Okkara jólatræ!

Tað var soleiðis, at tað var mitt á nátt, tá jólatræmaðurin kom við sínum flúgvandi jólatrævogni, har øll jólatrøini til Klaksvíkar kommunu lógu í. Jólatrævognurin er stórur og grønur, og so hevur hann gullkantar, sum eru blivnir eitt sindur skitnir og slitnir nú aftaná nøkur hundrað ár í drift. Jólatræmaðurin eigir eingi sovorðin reinsdjór, sum jólamaðurin brúkar, so hann plagar at fara niðan til Archibald Black at læna nakrar stórar og sterkar veðrar, sum jólatræmaðurin so festir frammanfyri jólatrævognin. Men veðrarnir tíma ikki so væl at renna eftir ongum, so jólatræmaðurin hevur gjørt eina stóra flotta lamineraða mynd av eini vakrari ær. Og so hevur hann eina langa, langa træstong, sum heldur myndini av ærini frammanfyri veðrarnar. Hetta blíva veðrarnir smask forelskaðir av og spola avstað eftir ærini við tí fúkandi ferð. Vissi jólatræmaðurin skal til høgru við jólatrævogninum, so flytur hann bara stongina við ærini til høgru, og á sama hátt til vinstru. Og soleiðis kemur hann fram til okkum øll.

Hesa náttina var myrkt og nógvur vindur, og tað gjørdi, at tað var ikki so lætt hjá jólatræmanninum at lenda við jólatrævogninum. Og myndin av ærini flaksaði brádliga upp í loft, so at veðrarnir gjørdu eitt ordans hopp. Tá hendi tað, at eitt jólatræ datt úr jólatrævogninum og fór skramblandi niður á jørðina. Og tað var júst hetta træið. Okkara jólatræ!! Jólatræmaðurin hoyrdi, hvussu jólatræið skríggjaði av ræðslu, tá tað fór skramblandi niður á jørðina. Hetta hendi beint eftir, at hann var komin forbí Brúnaskarð við jólatrævogninum. Hann koyrdi eitt sindur í kring omanfyri vatnbrunnarnar og oman í Uppsalar, inntil hann endiliga fekk eygað á okkara jólatræ. Tá var tað dottið allanvegin oman til Húkin, og har lá tað og græt.

Jólatræmaðurin fekk tí steðgað jólatrævogninum beint á parkeringsøkinum uttanfyri Bónus. Har vóru tíbetur eingir bilar, tí alt slíkt, sum hetta, hendir jú bara um náttina, tá øll børn sova. Jólatræmaðurin fór so úr vogninum, tí hann skuldi yvir til jólatræið, men tá kom aftur ein hørð hvirla. Tað eru altíð so harður hvirlur uppi á Borðoyavík, har sum Bónus er. Og hendan hvirlan tók jólatræið víðari við vindinum og jólatræmaðurin fór rennandi aftaná. Jólatræið fór bóltandi, fyrst niðan í Gerðar, síðani oman eftir framvið Skúlatrø og so úteftir forbí Varpið. Og jólatræmaðurin fór kleyvandi og tivandi aftaná. Jólatræmaðurin er ikki vænur at renna, og so er hann heldur ikki so ungur. Búkurin er kanska eisini eitt sindur rundur, so jólatræmaðurin mundi doyð, so nógv hann rann eftir jólatrænum. Og tað var faktiskt ein nokkso stuttlig sjón, og tað var tí, at hesin vætturin, sum fortaldi mær alt hetta, flenti so illa.

Tíbetur steðgaði jólatræið beint við Apotekið. Tá jólatræmaðurin endiliga kom til okkara jólatræ, spurdi hann, um tað hevði ilt. “Jææ”, græt tað, “eg havi ilt í greinini”. Jólatræmaðurin hugdi eitt sindur uppgevandi eftir trænum, tí har vóru fleiri hundrað greinar á. Hann hugdi eitt sindur runt, men sá onki. “Erm - kanst tú siga mær hvørjari grein, tú hevur ilt í?” spurdi jólatræmaðurin. “Tann til høøøgru”, græt jólatræið. So prøvaði jólatræmaðurin at taka træið og royndi at lyfta tað og bera tað, men tá fór træðið at skríggja av pínu. Og jólatræmaðurin sá, at toppurin á trænum sá eitt sindur skeivur út. Har var onki at gera. Hann mátti út á sjúkrahúsi við trænum. Og so bar jólatræmaðurin okkara jólatræ út á sjúkrahúsið.

Og tað er so heppið, at jólatræmaðurin eigir faktisk eina konu!! Hóast hann er ein jólatræmaður. Og hon er ikki bara ein kona, hon er eisini ein sjúkrasystur. Hon er eitt heilt serligt slag av sjúkrasystur. Tí, um man er sjúkrasystur og konan hjá jólatræmanninum, so verður man til eina grøna sjúkrasystur. Og tí er konan hjá jólatræmanninum eisini altíð í grønum klæðum og hon verður kallað Grønakona. Hon dugir alt møguligt. Hon dugir bæði at gera fólk og jólatrø frísk. Hon arbeiðir í grundini á Klaksvíkar sjúkrahúsi um dagarnar og hevur eitt vanligt navn. Men eingin veit av, at hon eisini er konan hjá jólatræmanninum. Hini, sum arbeiða á Klaksvíkar sjúkrahúsi halda bara, at hon er ein almindilig sjúkrasystur í grønum klæðum. Og hetta er ikki tað fyrsta jólatræið, sum Grønakona hevur bjargað.

So jólatræmaðurin fór út á Klaksvíkar sjúkrahús við okkara jólatræi og bað Grønukonu koma við sær.

Fyrst tók Grønakona eina sprøjtu og koyrdi okkurt, sum líkist vatni í, og so sprøjtaði hon tað inn í træstammuna á okkara jólatræi. Tað prikaði eitt sindur illa, so jólatræið fekk aftur ilt og græt eitt sindur meiri, men so... ja so fór pínan burtur! Akkurát sum gandur!

Aftaná, so koyrdu Grønakona og jólatræmaðurin jólatræið í røntgena. Tað er har, sum tað ber til at síggja mynd av beinagrindini. Og har funnu tey útav, at ein av teimum stóru greinunum á høgru síðu var illa brotin, nokkso tætt inni við træstammuna. Og spurningurin var tí, um okkara jólatræ yvirhøvur kundi brúkast, ella um tað mátti sendast til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið til skurðviðgerð. Men okkara jólatræ bleiv í so ringum lag og fór at gráta so sáran, tá ið tað hoyrdi hetta, tí tað hevði glett seg so óalmindiliga nógv til at koma norð í Ánirnar til øll børnini her. Jólatræið hevði nemliga hoyrt, at børnini her klára at rópa so ómetaliga hart, at ljósini fara næstan altíð at lýsa á jólatrøunum av tí. Ljósini hjá okkara jólatræ hava ongantíð fyrr lýst og jólatræið veit ikki, um tað dugir at lýsa. Og størsti dreymurin hjá okkara jólatræ, tað er at lýsa fyri okkum og øllum, sum koyra framvið her.

Tá Grønakona hoyrdi jólatræið gráta so illa, hevði hon ikki hjarta at senda okkara jólatræ til Danmarkar. So hon tók í ta brotnu greinina, boygdi hana upp á pláss og koyrdi gibs á. Hon segði, at gibsið mátti vera á í eina heila viku, og at jólatræið mátti ikki veittra tað allar minsta við greinini í eina heila viku. Og tí mátti jólatræið inn í stovuna hjá jólatræmanninum at standa har og bíða líka inntil í fyrradagin. Tí inni hjá jólatræmannium er eingin vindur. Ella. Hann fekk strang boð frá Grønukonu um ikki at sleppa nøkrum vindi innandura alla síðstu viku. Tá vikan var farin, tók Grønakona gibsið av, og vupti, okkara jólatræ var samanvaksið aftur – tíbetur!! Og nú stendur tað her so vakurt, og tit kunnu ætlað, at tað er spent til at sleppa at lýsa.

So, mínir góðu Áningar, her standa vit nú – saman við okkara fína jólatræi, sum fyrst er dottið oman av Brúnaskarði, har tað breyt sær eina stóra grein, síðani er tað fokið við vindi allan vegin niðan í Gerðar, so oman framvið Skúlatrø, út á Apotekið, fyri síðani at enda inni á sjúkrahúsinum, har tað fekk gibs, og hevur so staðið pinna stilt inni í stovuni hjá jólatræmanninum og Grønukonu í eina heila viku og bíðað eftir júst hesi løtu. Og í kvøld hevur jólatræmaðurin eitt tár í eyganum, tí hann er blivin serliga góður við hetta jólatræið, nú tað hevur búð hjá honum alla vikuna. Hann sníkti seg enntá ein dagin, at leggja ein pakka undir jólatræið, sum hann so pakkaði upp morgunin eftir. Tað var ein Cadbury sjokoláta, sum hann so át til morgunmat, meðan hann sat hjá jólatrænum og prátaði við tað og fortaldi tí, hvussu tað fer at verða og hvussu tað fer at følast, tá vit nú fara at rópa ljósini fram at lýsa.

So góðu tit øll. Nú fara vit at vita, um vit ikki fáa jólatræið at lýsa. Men líka eitt! Eg veit, at jólatræmaðurin er onkrastaðni her, tí tað hevur vætturin fortalt mær. Jólatræið hjá okkum er eitt sindur bangið fyri, at tað ikki dugir at lýsa og vildi tí hava jólatræmannin tætt hjá at stuðla sær. Men eg veit ikki akkurát, hvør hann er, tí hann er í vanligum klæðum. So onkur av øllum hesum fólkunum her er jólatræðmaðurin “under cover” í vanligum klæðum. Tit kunnu sjálvandi prøva at vita, um tit finna útav tí og vita, um tit síggja okkurt grønt innanfyri klæðini hjá onkrum manni. Men allarfyrst! So fara vit at rópa tølini so hart, sum vit yvirhøvur orka, frá 5 og niður til 1. Og tá ljósini tendra, so rópa vit øll í felag “Gleðilig jól”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…