Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá samfelagið svíkur tey, ið bygdu tað …..

SKRIVAÐ: Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen  |  29.11.2024 - 19:47 Lesarabrøv Politikkur

Kommunan hevur svikið hann. Børn hansara hava skrivað umsókn omaná umsókn um at fáa hjálp. Umsókn um umlætting. Umsókn um búpláss. Umsókn um meiri heimahjálp. Men hvørja ferð verður noktað.

 

 

Í dag sitið eg inni hjá abba mínum. Hann hevur Alzheimers. Hann er ein maður, sum alt lívið hevur arbeitt hart á sjónum, verið ein virkin pápi, abbi og langabbi. Hann hevur bygt hús og heim, lært børn síni og abbabørnini um arbeiðssemi, ábyrgd og samfelagsanda. Hann hevur givið sítt íkast til hetta samfelagið – men nú stendur hann eftir, næstan gloymdur.

Í dag kom heimahjálpin inn til hansara við heitum og góðum døgurða. Tað er ikki nakað vit taka fyri givið - hvørki heimahjálpin ella døgurðin.

Men burtursæð frá tí stuttu løtuni, sat hann einsamallur. Tað er ikki fyrstu ferð, og tað verður neyvan seinastu ferð. Tað er heldur ikki óvanligt, at tað ikki er tíð, starvsfólk ella ráð til at veita ta hjálp, ið tørvur er á. Tað er jú tað, vit hava lært okkum at liva við – ella hava vit?

Omma er farin til umlætting í tríggjar vikur. Tað var neyðugt fyri hana at fáa eitt sindur av frið og styrki , tí hon skal aftur megna gerandisdagin sum álitið hjá abba – men abbin, hann situr eftir einsamallur.

Hann gongur, leitar eftir konu síni … og síðan eftir mammuni síni. Fer út í øllum veðrið, men veit ikki, hvussu hann skal finna heim aftur. Heim aftur til sítt egna hús. Og hóast hann á mangan hátt longu er rýmdur úr sínum egna heimi, so ber tað til hjá honum at finna heim til barndómin – til húsini hjá mammu síni, sum fyri mongum árum síðani fór av foldum. Har er tó ongin at finna. Akkurát sum heima.

Vit, børnini og abbabørnini, royna eftir besta førimuni at vera hjá honum. Vit skiftast um at ansa, sova hjá honum, hava hann í bað, gera nátturða og hyggja, at hann ikki fer út og rýmir í myrkrinum og í keðiliga veðrinum. Tað krevur ikki bara tíð, men eisini tol og evni, ið langt frá øll hava. Vit eru tíbetur fleiri, sum kunnu skiftast um – men hetta er ikki nøkur longtíðarloysn. Hvat við øllum teimum eldru, sum ikki hava børn ella familju tætt at sær?

Kommunan hevur svikið hann. Børn hansara hava skrivað umsókn omaná umsókn um at fáa hjálp. Umsókn um umlætting. Umsókn um búpláss. Umsókn um meiri heimahjálp. Men hvørja ferð verður noktað. Viðhvørt við tí frágreiðing, at “plássið er ikki til”, aðrar tíðir tí skjølini eru dagførd ella tí, at tey meta hetta vera eina uppgávu til hansara nærmastu at taka sær av. Tað er ikki tað, vit vænta av einum vælferðarsamfelag. Tað er ikki virðiligt, at abbi – og so nógvir aðrir eldri borgarar – mugu liva í óvissu og treyta seg við tað, sum vit sjálvi megna at veita, tí kommunan ikki ger tað, sum hon eigur.

Vit tosa mangan um, hvussu vit skulu raðfesta børnini og tey ungu – men hvat við teimum, sum longu hava givið alt tað, tey megnaðu, til hetta samfelagið? Tað, ið vit mangan gloyma, er, at tey, sum bygdu samfelagið, vit nú liva í, eisini eiga eitt pláss í okkara raðfestingum. Vit kunnu ikki lata tey, ið løgdu lunnar undir okkara vælferð, sita gloymd og svikin eftir.

Fráflyting fyllir nógv í miðlunum, men er tað veruliga so undarligt, tá hetta er endin, vit sum samfelag bjóða teimum, ið hava givið sítt lív til okkara felagsskap?

Eg veit, hetta er ein trupulleiki, sum ikki kann loysast í einum degi, men vit mugu byrja onkrastaðnis. Við at hyggja rundan um okkum og spyrja: Hvussu kunnu vit gera betri? Hvussu kunnu vit arbeiða øðrvísi, tá hvørki pláss ella hendur røkka til? Hvussu kunnu vit tryggja, at menniskju - sum abbi mín - ikki bara verða tøl í eini uppgerð, men menniskju, vit virða, og sum vit taka okkum av, á ein virðiligan hátt?

Eg eri glað fyri, at eg eri í barsil í løtuni og fái notið hesar løturnar saman við honum. Hetta gevur mær stundir til at vera har fyri hann, sum eg ikki hevði havt somu møguleikar at raðfest, um eg arbeiddi. Vit fara biltúr, á kafe, til frisør, vitja ommuna, men sita mest og práta - um tað sama og sama og sama. Eg gleðist um at hoyra hvørja søgu, sum hann við eldhuga fortelur ferð eftir ferð. Eg veit, at eg fari at goyma hesar løtur í hjartanum restina av lívinum.

Samstundis hugsi eg: Hvat hevði hent, um vit ikki vóru her? Hvør hevði so tikið ábyrgdina? Vit kunnu ikki lata hetta halda fram. Omma kann ikki eiga ábyrgdina, tá hon kemur aftur frá umlætting.

Tað er tíð at tala at. Tað er tíð at gera mun. Tíð at gera tað gera nakað orduligt.

 

—————————————-

Eg vil staðiliga undirstrika, at mínar atfinningar als ikki eru rættaðar móti teimum eldhugaðu, fakligu, hjálpsomu og røsku starvsfólkunum, sum hvønn dag gera eitt megnar arbeiði undir truplum umstøðum.

Tey bera eina ov stóra byrðu — eina byrðu, sum átti at verið lyft longur upp í skipanini. Hetta uppslagið er rættað móti eini skipan, sum ikki røkkur til, og sum tørvar broytingar. Eg fari eftir bóltinum, ikki manninum.

Við djúpari virðing og eyðmjúkheit fyri teimum, sum hvønn dag stríðast fyri okkara eldru, sigi eg takk fyri tykkara ómetiliga arbeiði. Tað er tað, ið heldur alt hetta saman.

Eg biði um inniliga umbering um tit føldu hetta uppslag móti tykkum, tað var ikki mín meining.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…