Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heiðrað av Fríðriki kongi

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.11.2024 - 08:51 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Í gjár var stórur jólahugni í KÍ høllini har fleiri enn 500 av starvsfólkum kommununnar vóru til staðar.

Hugnin var óførur við sangi, ymiskum innsløgum og góðum mati.

Eisini er á skrá til slíkan jólahugna at heiðra starvsfólki við ymsum áramálssetanum. 10, 25, 35 og 40 ár. Tað var borgarstjórin, sum heiðraði ymsu starvsfólkini. 

Til seinast sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri, at hann hevur fingið bræv frá Fríðriki kongi, brýtur ein stóran brævbjálva upp og lesur úr brævinum, at tað líkaði kongi at heiðra Gunnleyg K. Dánjalsson við "Fortjenestemedaljen" - at hava starvast hjá Klaksvíkar kommunu í samfull 40 ár.

Somuleiðis varð Ernst Vágsgarð heiðraður við "Fortjenestemedaljen" - fyri at hava verið sløkkiliðsmaður í samfull 40 ár á Klaksvíkar Sløkkiliði.

Vit ynskja Gunnleyg og Esnst til lukku við heiðrinum.

Hesin heiður er tað elsta heiðursmerkið í danska ríkinum, sum Kong Christian 7. setti á stovn 16. mai 1792.

Fortjenestemedaljen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…