Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna í orkumálum vitjaði á fyrsta sinni í Fugloy í 2018. Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu tók ímóti | Mynd: Oliver Joensen

Norðlýsið tippar: Tað verður Sirið Stenberg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.11.2024 - 20:30 Leiðarin Politikkur

Bjørt Samuelsen hevur sínar týðiligu styrkir, men tær eru styrkir, sum flokkurin hevur frammanundan. Sirið Stenberg hevur styrkir, sum flokkurin ikki hevur havt seinastu mongu árini. Tí tað er onki at taka seg aftur í, at seinastu tingseturnar er flokkurin Tjóðveldi viknaður nógv í útjaðaranum, meðan hann stendur sterkur í Havn. Verður Sirið Stenberg vald til forkvinnu í morgin, so kann tað styrkja flokkin kring alt landið

 

 

Í Havn er Tjóðveldi longu í harðari kapping við Javnaðarflokkin um vinstrasinnaðu veljararnar og við Framsókn um teir høgrasinnaðu. Í sitandi løgtingsmanningini eru 5 av teimum 6 tingfólkunum havnarfólk – einans Eirikur í Jákupsstovu, sum er varalimur, hevur sítt jørðildi aðrastaðni. At ein flokkur fær heili 5 tingfólk úr sama øki, er óhoyrt fyri nakran flokk. Vit kenna onki annað dømi um tað sama.

Tað er tí ivasamt, hvussu nógv Bjørt Samuelsen sum havnarkvinna fær styrkt flokkin við har. Um flokkurin ikki longu er komin at mørkum har. Tað hevði eisini verið ein 1:1-útskifting við sitandi formann, sum er úr sama øki, og sostatt hevði tað ikki merkt stórvegis broyting. Tað kann sjálvandi bæði vera ein fyrimunur og ein vansi, men tað hevur ljóðað, at ætlanir eru um at styrkja og broyta flokkin, og har hevði Sirið Stenberg gjørt størri mun.

Vit skulu bara 25 ár – eitt ættarlið – aftur í tíð, so var Tjóðveldisflokkurin ein tann størsti flokkurin í Norðoyggjum, næststørsti flokkur í Suðuroy, størstur í Norðstreymoy, næststørstur í Eysturoy (!), næststørstur í Sandoy og var einans lítil í Vágum. Og alt hetta samstundis sum hann var størstur í Suðurstreymoy.

Tá var Tjóðveldi eitt tað sterkasta ”brand’ið” í at kalla øllum landinum. Í dag er hann einans sterkur í Suðurstreymoy og partvíst í Suðuroy, haðani 2 landsstýrisfólk floksins koma. Onki tjóðveldisfólk á tingi ella í landsstýri kemur úr Norðstreymoy, Eysturoy, Sandoy ella Vágum, og tað einsamalla umboðið úr Norðoyggjum er varafólk. Samstundis eru 5 tingfólk og 1 landsstýrisfólk hjá flokkinum úr Suðurstreymoy.

Hetta hevði Sirið Stenberg kunnað broytt til eitt komandi løgtingsval. Hon er politikari úr útjaðaranum í Føroyum, enntá tí partinum av útjaðaranum, sum er mest avskorin, verður sæð burtur frá smáu útoyggjunum.

Eykafloktstingið hjá Tjóðveldi byrjar á miðdegi leygardagin 2. november.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…