Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk - Hans Berg Hammer

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.10.2024 - 00:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Øllum tykkum mongu, sum vístu Hans Berg tann heiður at fylgja honum til hansara seinasta hvíldarstað á fold, vilja vit takka hjartaliga

 

Av hjarta vilja vit takka fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, elskaði  pápi okkara, abbi, verfaðir og versonur

 

 

Hans Berg Hammer

f. 8/3 - 1957 - d. 20/6 - 2024

var sjúkur, andaðist og varð jarðaður.

     

      Vit vilja takka:

Starvsfólkunum á Umlættingar - og rehabiliteringsdeplinum URD - fyri einastandandi góða og hjartaliga umsorgan , viðgerð og hjálp.
Góða og fyrimyndarliga palliatión, og fyri at gera síðstu tíðina hjá Hans Berg og fyri okkum øll, so virðiliga og góða.


Starvsfólkunum á Tórshavnar heilsu - og umsorganartænastu fyri framúr góða hjálp og umsorgan, sum gjørdi at Hans Berg kundi vera heima so longi sum møguligt.

Av hjarta TAKK


Takk fyri eitt vælvirkandi heilsuverk, og dugnalig og umsorganarfull starvsfólk.
Ein serlig tøkk til palliativa toymið.
Til starvsfelagar á skurðdeildini fyri umsorgan.
Til tykkum á Sjúklingahotellinum fyri alla umsorgan og hjálp, og fyri vitjanir  og umsorgan av familju og vinum í Keypmannahavn.

 

Tykkum mongu, sum vitjaðu okkum, lívgaðu og troystaðu okkum bæði við sangi og øðrum, heima  og á URD, takka vit hjartaliga.
Tit sum á ein hvønn hátt fjálgaðu um okkum við umsorgan, hjálp og bønum hesa sváru tíð. Hjartans tøkk.


Takk til Betesda fyri beinasemi at kunna hava jarðaferð og ervið har. Takk fyri gávur til Betesda, fyri heilsanir og kransar og mongu blómurnar.


Takk til Poul Færø, Eyðun Elttør og Sámal Mikkelsen fyri vøkur og troystarfull orð og góða talu í Betesda, og Eivind av Reyni fyri vøkur orð á grøvini.


Hjartans tøkk fyri sera vakurt klaverspæl og undir spæl til sangirnar Jógvan við Keldu og Gerhard Trónheim.
Fyri einastandi vakran sang Heini Lützen og undirspæl Pætur við Keldu, og kvartettin í Betesda fyri tykkara vakra og rørandi sang.


Tykkum øllum fyri at gera løtuna hátíðarliga og góða.
Av hjarta takk.


Stóra takk fyri alla hjálp til ervið. Til tykkum sum hjálptu til og tykkum sum bakaðu.


Hjartans takk til tykkum mongu, sum vístu Hans Berg tann heiður at fylgja honum til hansara seinasta hvíldastað á fold.


Harrans signing.


Guðny
Valborg, Jóhanna og John

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…