Norðoya Sparikassi 105 ár
Í dag, 24. september 2024, fyllir Norðoya Spariassi hundrað og fimm ár. Hann er tann elsti núverandi peningastovnurin í landinum, hóast hann ikki var tann fyrsti, og kemst hetta av, at hann hevur yvirlivað kreppur, sum hava fingið allar størri og fyrri peningastovnar av knóranum, og man vera sjálv ímyndin av tryggleika og stabiliteti í Norðoyggjum.
Í 1919 setti ein fylking av 40 monnum sær fyri at seta á stovn ein sparikassa í Norðoyggjum. Hetta varð gjørt við ábyrgdarpeningi, har hesir fjøruti settu 500 krónur í part í sparikassan. Hesir 40 menninir vóru allir hugsjónarmenn, og ímillum teir mest sjónligu í fyrstuni teljast Thomas Juul Petersen, sýslumaður, sum var stýrislimur og formaður í Sparikassanum. Hann var eisini løgtingslimur og seinni sóknarstýrisformaður.
Jógvan Zachariassen av kirkju, lækni og lærari; Olaf Olsen, keypmaður (róptur Olaf á Stongunum), var annar, og Símun Petur Zachariassen, blaðstjóri og lærari, og Jógvan Fríðrik Kjølbro, reiðari, løgtingsmaður, keypmaður o.m.a. taldust somuleiðis millum hesar fjøruti. Á 100-ára degi sparikassans skrivaðu vit eisini eina kvøðu til Norðoya Sparikassa, og har kunnu øll nøvnini á fyrstu ábyrgdarunum og harvið stovnarunum lesast.
Tá í tíðini og fram til okkara dagar var stórur munur á at vera sparikassi og at vera banki. Nakað einfaldað kann ein siga, at sparikassarnir áður innlæntu pengarnar frá persónum, sum vildu brúka meira, enn teir forvunnu, og útlæntu teir pengarnar til persónar, sum í eitt tíðarskeið høvdu tørv á at brúka meira, enn teir forvunnu – eitt nú til grundstykkja- og/ella sethúsabygging ella -keyp. Sparikassarnir tjentu so upp á rentumarginalin, sum lánarar guldu fyri likviditet minus rentuna til innlánini. Bankarnir tóku sær av stóru vinnukundunum burturav. Hetta er gjørt nakað einfalt, men gevur so eina mynd av støðuni.
Í hægstu krepputíð bleiv lógin um peningastovnar broytt í nítiárunum, og sparikassarnir gerast eitt alternativ til bankarnar. Í dag hava sparikassarnir nógvar vinnukundar og fáast við bankavirksemi. Hetta viðførir ein rímiliga stóran váða, men vit mugu siga, at Norðoya Sparikassi hevur tikið ta avbjóðingina á seg og knógvað henni. Enn í dag er Norðoya Sparikassi ein sunnur peningastovnur við avlopi á roknskapinum.
Landafrøðiliga er sparikassin farin at hyggja meira í ein vestan seinastu árini. Áður hava deildir verið á Viðareiði, í Norðdepli, í Leirvík, eitt skifti í Runavík, og ikki færri enn tríggjar deildir hava verið í Klaksvík, meðan í dag hevur Norðoya Sparikassi deildir í Klaksvík, í Tórshavn og í Fuglafirði.
Í Norðoyggjum, og uttan iva í hinum báðum støðunum eisini, kenna vit Norðoya Sparikassa sum tann trygga peningastovnin, sum fram um aðrar hevur dugað at hildið ta sera umráðandi, ja, fyri peningastovnar lívsneyðugu javnvágina ímillum váðafýsni og varsemi. Umframt at vera álítandi er hann eisini ein peningastovnur við samfelagssinni, ið hevur verið við til at tikið tey heilt stóru tøkini í Norðoyggjum. Tað er heilt víst, at Norðoyggjar høvdu verið munandi fátækari í dag, hevði sparikassin ikki verið.
Norðlýsið vil við hesum ynskja Norðoya Sparikassa hjartaliga tillukku við teimum 105 árunum, og mong góð ár framyvir!