Lýsing
Lýsing
Lýsing
Javnaðarflokkurin hevur higartil ikki havt tørv á Fólkaflokkinum fyri at koma í stjórn - í 2019 var ein BCE-samgonga um reppið. Tí hevur tað verið ókeypis fyri C at útihýsa A. Men nú er líkt til, at Fólkaflokkurin verður sera trupul at sleppa rundan um eftir næsta val, og fyrrverandi formaðurin roynir nú at slætta sjógv - við at geva eitt nú Norðlýsinum skyldina fyri polariseringina, sum Javnaðarflokkurin hevur skapt | Mynd: fm1.fo

Eidesgaard leitar desperatur eftir syndabukkum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2024 - 08:41 Leiðarin Politikkur

Hóast tað júst er Javnaðarflokkurin, sum er atvoldin til aktuellu polariseringina í føroyskum politikki, so tykist Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi (og møguliga enn de facto) formaður í Javnaðarflokkinum, at vera farin øgiliga eldhugaður til verka at varpa skyldina yvir á onnur. Í ”Stjórnini”, sending á FM1 hin 18. september, valdi hann Norðlýsið út til at vera Prügelknabe

 

 

Á landsfundinum í apríl 2013 proklameraði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, at ”Javnaðarflokkurin fer ikki aftur í samgongu við Fólkaflokkin so leingi eg eri formaður.”. Gerhard Lognberg segði seg tá vera ósamdan, og í november sama ár varð hann tveittur úr flokkinum. 

Við hesi nýggju, stálsettu støðuni hjá Javnaðarflokkinum fingu vit núverandi blokkpolitikk, ið hevur eyðkent føroyskan politikk síðani. Í eini samgongu við Javnaðarflokkinum í er Fólkaflokkurin ikki, og tað virkar sjálvandi eisini øvugt – er Fólkaflokkurin í samgongu, vil Javnaðarflokkurin ikki í hana. Inntil nú.

Sami útihýsingarpolitikkurin hjá C hevur eisini ført til, at útjaðari og miðstaður nú eru spílað út ímóti hvørjum øðrum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava sínar háborgir í Havn, meðan Fólkaflokkurin hevur sína í Norðoyggjum og Sambandsflokkurin í Eysturoy, og teir báðir flokkarnir eru eisini sterkir í Vágum, t.e. tilsamans í øllum norðara útjaðaranum.

Norðlýsið hevur dittað sær at skriva um hendan polarseringspolitikkin hjá Javnaðarflokkinum, og herfyri viðgjørdu vit eisini feskastu veljarakanningina, sum gevur sitandi samgongu ein frammaná, og nevndu í har, at samgonguflokkarnir eru konsentreraðir í Havn, meðan andstøðan hevur størstu undirtøku uttanfyri. Tað var eftir øllum at døma hetta, sum fekk øði í ex-formannin hjá polariseringsflokkinum.

Tað løgna er, at Jóannes Eidesgaard væl veit av hesi yvirlýsingini hjá Aksel V. Johannesen. Øll vita av henni. Og Jóannes Eidesgaard veit eisini fullvæl, at Føroya fólk eisini veit, at hon er orsøk til galdandi blokkpolitikk og avleiddu polarisering av føroysku veljarafjøldini. So hví fer hann í studio í FM1 at finna syndabukkar uttan fyri hansara egna flokk? Tað kann bara vera fyri at tosa Javnaðarflokkin upp ímóti betri vitandi, tí hann er ikki so fyrrverandi sum hann letst, og tað sømir seg ikki fyri ein óheftan viðmerkjara ella formann fyri Reyða Kross, sum skal vera partapolitiskt óheftur.

Norðlýsið hevur hvørki skapt blokkpolitikkin ella polariseringina. Okkara ”synd” er einans, at vit hava skrivað um verandi blokkpolitikk og polarisering og ja, kritiserað tey. Vit hava hildið ein spegil upp fyri Javnaðarflokkinum, og fyrrverandi formanninum dámar ikki tað, hann sær, segði Eidesgaard í Stjórnini. Spegilsmyndin er bæði ódámlig og óunnilig. Men hann viðger als ikki atvoldina, ið er krúnprinsurin hjá sær. Nei, hann sigur orðarætt:

»Tað sær út til, at Fólkaflokkurin og ein partur av føroysku pressuni ríður á hesi her alduni, sum eitur kontra-miðstaðurin [...]« og nevnir síðani Norðlýsið sum dømi um hesa pressuna.

Heðin Zachariassen dugdi hinvegin væl at síggja fílin í rúminum, útihýsingina hjá C av Fólkaflokkinum, sum eina tungtvigandi orsøk til býtið í ”vit” og ”tit” , og nevndi bæði málið um gongd í haga og fiskivinnuna, júst sum Norðlýsið gjørdi. Men nú verður hann nokk eisini lagdur undir at polarisera ...

Allar veljarakanningar vísa, at samgongan missir meirilutan, og at tað verður Fólkaflokkurin og ikki Sambandsflokkurin, sum verður størsti flokkur. Hendir tað, fær Fólkaflokkurin fær initiativið til samgongusamráðingar. Harvið hevur Javnaðarflokkurin longu sett seg uttan fyri ávirkan komandi valskeið. Tað var uttan iva tað, sum fekk løgmann at draga nakað í land á ólavsøku. ”Vit meintu tað ikki so illa”. Men skal Fólkaflokkurin taka Javnaðarflokkin inn í hitan tá, er neyðugt, at Aksel V. Johannesen jarðar sína stríðsøks og tekur sær heilt aðrar politiskar lutir fyri enn higartil.

Og tað er uttan iva veruliga orsøkin til, at Eidesgaard vil skjóta journalistar – fyri at flyta fokus frá stríðsøksini, sum Aksel V. Johannesen hevur sveiggjað seinastu 11 árini. Hon má í gloymibókina fyri at fáa C í stjórn eftir næsta val. Tað er tí væl skilligt, at C vil tiga hana burtur, men Eidesgaard skal ikki koma og siga, at tað er Norðlýsið, sum er komið við henni. Hon varð stoypt á landsfundi Javnaðarfloksins í 2013.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…