Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kafé’in í Betesda hósmorgnar byrjar aftur í morgin kl. 10-12

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2024 - 10:57 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Tann væl umtókta kafé’in í Betesda, sum er opin hvønn hósmorgun frá kl. 10 til 12, byrjar nú aftur eftir summarsteðgin.

 

Kafé’in er opin hvønn hósdag kl. 10 til 12 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað er í stóran mun tilkomin og eldri, ið savnast at njóta góða samfelagið og hugnan í kafeini, har vanliga eisini eitt lítið sanglið er við. Eisini børn og ung koma, eitt nú úr skúlanum, at fáa sær ein drekkamunn.

Fyriskipararnir undirstrika, at kafé’in er fyri allar aldursbólkar, og tey vóna at síggja fólk í øllum aldri – øll eru hjartaliga vælkomin.

Tá ið gamla Betesda varð tikið niður og nýggjur salur bygdur frá 2012 til 2014, leigaði samkoman høli við Klaksvíksvegin. Í hesum tíðarskeiðnum kveiktist hugskotið um at lata salin eitt sindur meira upp fyri nærumhvørvinum.

Hetta tiltak fekk góða undirtøku og flutti við heim á Biskupsstøð, tá ið samkoman flutti inn í nýggja Betesda, har kafé’in í dag er ein fastur og vælumtóktur partur av virkseminum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…