Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk - Adelborg Linklett

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.08.2024 - 15:45 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Øllum tykkum sum á so mangar mátar mintust okkara kæru og elskaðu mammu, ommu, langommu, vermammu, mostir og fastir, Adelborg tá hon andaðist og varð jarða, takka vit við okkara inniligari og hjartans tøkk

 

 

Adelborg Linklett fødd Rasmussen

fødd 29 Januar 1935, deyð 26 Mai 2024

 

 

Vit vilja takka Marjun Lómaklett, presti, fyri troystandi orð sum fylgdi okkum allan vegin – í Uppistovu, í heiminum, í kapellinum, í kirkjuni og á grøvini.

Takk til kirkjutænarar, gravarar og sangarar.

Takk til Karl Martin og Eyðun fyri vakran sang og guittarspæl sum rørdi okkum inniliga, og til hornblásarar sum fylti rúmið við vøkrum og rørandi tónum.

 

Vit eru so takksamir fyri tykkum øll sum mintist mammu okkara við hjartaligum telefon samtalum, stukku inn á gólvið og vísti tykkara stuðul, komu við køkum og hjálpti til við ervinum.

Tykkum ið hava skriva vøkur og nemandi minningarorð.

Tað fløvar um okkara hjørtur at vita at so nógv hugsaðu um mammu og okkum hesa tíðina.

 

Ein serlig tøkk til tykkum á Uppistovu, sum vóru um mammu við so stórari umsorgan og vinarlag á hennara síðstu tíð, og tit mongu sum trúðføst vitjaðu mammu.

 

 Vit eru djúbt rørdur yvir allar tær vøkru blómurnar, kransar og tað sóljupríði sum var á børuni, somuleiðis tað størfingnu gávu til Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Hvør ein tanki og vinargerð hevur havt stóran týdning fyri okkum og sum ikki er lætt at seta orð á.

 

Við hesum orðum vilja vit frá hjartanum senda eina inniliga tøkk til tykkum mongu sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.

 

 

Familjunar vegna, Jógvan, Bent Tommy og Bogi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…