Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví brúkar Kringvarpið so ógvisliga litaðar viðmerkjarar?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.02.2024 - 18:01 Leiðarin Politikkur

Tað er álvarsamt, at Kringvarpið í einum valári til kommunurnar brúkar kommunupolitikarar sum ”óheftar” viðmerkjarar. Hví fáa býráðslimir í Havn fría mikrofon til at niðurgera gávuna til Klaksvíkar Sjúkrahús?

 

 

Súsanna Olsen er ein kvinna við fleiri hattum. Ein teirra, kanska tann hon er best kend fyri at vera í, er hatturin hjá býráðslimi fyri Framsókn í Tórshavnar Býráði. Tí undrar tað almikið, at Kringvarp Føroya – enntá í einum valári til kommunuval – av øllum samfelagsfrøðingum í landinum, harav fleiri eru politiskt uttanveltaðir og tí ikki hava eina taburett í heyst at hugsa um, júst velur ein kommunalpolitikara í Havn at viðmerkja málið um Tesla 3-scannaran til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Eiheldur vísti Kringvarpið góðan fjølmiðlasið við at lata vera við at nevna í presentatiónini áðrenn innleggið í Breddanum í Kringvarpinum, at tað var ein býráðslim í Tórshavnar Kommunu, tey gjørdu samrøðu við. Nei, tey presenteraðu hana sum stjórnmálafrøðing – og bara tað.  

Og hon læt sjálvandi eisini vera við at siga, at sama gávugevingin til sjúkrahúsið í hennara egna býi hevur gingið fyri seg í mong ár, uttan at nøkur miðlaorrusta er staðin av, og uttan at nakar hevur skotið gevarunum skitin motiv í skógvarnar. Meðan tað tá sama gongur fyri seg í Klaksvík, so er tað oligarki og at undirgrava demokratiið?!?

Í 1998 og 2013 hendi neyvt tað sama fyri sjúkrahúsið í Havn, nevniliga at vinnulívið gav teimum ein skannara í gávu. Í báðum førum var tað Tryggingarfelagið Føroyar, sum gav Landssjúkrahúsinum ein skannara. Leinki til keldur eru niðast í greinini. Tá var tað ongin, heldur ikki Súsanna Olsen, men eiheldur býráðslimir í Klaksvík, ið sáddi iva og rópti upp um oligarki. Ella at Tryggingarfelagið harvið var úti og keypti sær goodwill.

Og tað er júst tí, at Kringvarpið eigur at brúka óheftar viðmerkjarar. Men tað var helst ikki eina óhefta staðfesting, spyrjarin vildi hava? Tí fyri ein óheftan viðmerkjara er talan um neyvt somu støðu. Har er ongin munur á, um Tryggingarfelagið gevur sjúkrahúsinum í Havn gávur ella um Christian í Grótinum gevur sjúkrahúsinum í Klaksvík gávur. Eins og sjúkrahúsið í Klaksvík er lokalpolitikkur fyri klaksvíkingar, so er sjúkrahúsið í Havn lokalpolitikkur fyri havnarfólk. Og tað hevði ein óheftur samfelagsfrøðingur eisini staðfest.

Men fyri ein býráðslim í Havn er støðan ein heilt onnur! Í verðini hjá býráðslimunum í Havn er teirra sjúkrahús nakað serligt, og tað er øðrvísi at geva tí gávur og at geva øðrum sjúkrahúsum gávur. Og tá so ein býráðslimur er samfelagsfrøðingur samstundis, so er lætt at taka sjónarmiðið hjá lokalpolitikaranum í Havn (at Landssjúkrahúsið er nakað heilt serligt og tí væl kann taka ímóti allari vælvild frá vinnuni) og fáa tað at síggja út, sum at tað er samfelagsfrøðingurin heldur enn býráðspolitikarin, sum úttalar seg til Breddan.

Vit skilja væl, at ein kommunupolitikari tekur av einum tílíkum høvi. Men tað er undir lágmark, at Kringvarpið brúkar kommunalpolitikarar sum sannleiksvitni í einum máli, sum tey sjálvi viðganga er so lokalpolitiskt.

Spurningurin er tí, hví Kringvarpið ger tað? Er tað tí, at Kringvarpið kanska sjálvt ikki óheft í málinum og tí vildi hava júst hasa meiningina fram?

 

Keldur um gávurnar frá vinnulívinum til sjúkrahúsið í Havn:

https://www.in.fo/news-detail/landssj-krah-si-fingi-st-rfingna-g-vu

https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/landsstyrismadurin-fegnast-um-mr-skannaran/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann á greiða oddalið­num SÍ
Samrøða við Mimmy Vágsheyg
Samrøða við Alexandra á Dul
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…